Nevndin í Havnar Róðrarfelag hevur gjørt avtalu við Katrin Olsen og danska Søren Madsen, sum hevur róð á danska lættvekts-fýraranum
Katrin Olsen, ið er vælkend í róðrarumhvørvinum í Føroyum og Danmark, fer longu um vikuskiftið at venja saman við manningunum hjá felagnum.
Seinni í mánaðinum kemur so eisini kendi danski rógvarin, Sørin Madsen at hjálpa til í venjingunum. Søren var millum annað partur av manningini, sum hevur vunnið silvur og bronsumerki í HM- og OL-høpi.
Ætlanin er, at Søren við jøvnum millumbili skal koma til Føroya, soleiðis at ein verulig ætlan er í venjingunum.