- Eg var venjari í Føroyum í 2002, og tá fingu seks venjarar sekkin í bestu deildini. Og higar til í ár hava fýra venjarar longu fingið sparkið. Tá er í øllum førum nakað, sum bendir á, at sambandið við veruleikan er ikki altíð líka gott, sigur Kurt Mørkøre í viðtali við Sosialin í gjár.
Ivaleyst eru fleiri viðurskifti, sum kunnu betrast. Men Kurt leggur stóran dent á, at greið viðurskifti eiga at vera, tá venjari verður koyrdur frá.
- Fyri mær at síggja er støðan í løtuni tann, at venjarar verða sekkjaðir púrasta uttan fyrilit. Feløgini vita nóg illa, hví tey gera tað, og enn minni vita tey, hvat skal henda aftaná. Vónin er bara, at sonevnda venjaraeffektin skal geva eina seks stig næstu dystirnar, og leggjav tey vertin á, at venjarar eisini eru persónar við familju og føstum utreiðslum til hús og heim, sigur hann.
Nú verður so arbeitt við at orða ein standard-sáttmála, ið sum frálíður skal koma at galda fyri allar venjarasetanir í føroyskum fótbólti.