- Vit hava nógvar dugnaligar spælarar hjá kvinnunum, sum ongantíð hava havt møguleikan at spælt á einum A-landsliði, so tí er tað øgiliga gleðiligt, at kvinnurnar endiliga sleppa at royna seg, tí tað hava tær uppiborið.
Tað sigur annar av landsliðsvenjarunum, Andreas F. Hansen, sum vísir á, at kvinnuliðini venja nógv, bæði í høll og styrkivenjing við síðuna av, so spælararnir skuldu verið væl fyri til hesa komandi uppgávuna.
- Kvinnurnar eru frammanundan rættiliga væl fyri, og eru nú komnar upp á eina venjingarmongd, ið er hægri enn áður, so hetta er ein spennandi tilgongd, sigur hin venjarin, Harald Bjørgvin.
Lutakastið til hesa fyrstu undan-undankappingina í EM-høpi hjá kvinnulandsliðnum, verður fyrrapartin í morgin, og tá verður eisini drigið um, hvat av londunum í bólkinum hjá Føroyum skal hýsa undan-undankappingini, sum verður frá 12. til 14. juni.
Hoyr samrøðu við landsliðsvenjararnar við at trýsta á pílin undir myndini.