Venjaraskeið til hondbóltin

Tey bæði komandi vikuskiftini fer HSF at halda venjaraskeið fyri føroyskum hondbóltsvenjarum.
Tað verður danski instruktørurin, Sørensen Simonsen, sum er sonevndur breiddakonsulentur fyri DHF. Hetta inniber eisini, at venjaraskeiðið hesaferð ikki verður elitumerkt, men heldur er vent mótvegis ungdómsvenjarum, har elitan tó sjálvandi eisini fær nakað burtur úr venjingunum.
Evnini, sum arbeitt verður við, eru fyrst og fremst tekniski parturin av spælinum umframt verju- og kontrafasan.
Talan er um skeið, sum varar tveir dagar. Í skeiðstilfarinum verður sagt, at eisini venjarar hjá eldru liðum kunnu fáa stórt gagn av hesum. Hetta tí venjingarprinsippini, sum verða nýtt, uttan stórvegis hóvasták kunnu førast yvir á vaksnamannahondbólt.