Venjaratoymið hjá ÍF ætlar at gagnnýta steðgin væl

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jákup Mikkelsen og Símun Eliasen ætla at brúka næstu tríggjar vikurnar væl fyri at venda vánaligu gongdini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná 1-4 tapið hjá ÍF á útivølli ímóti B36 í dag.

 

ÍF hevur tapt fýra dystir á rað nú, og hevur latið 15 mál inn seinastu fýra dystirnar. Hjá venjaratoyminum, Jákupi Mikkelsen og Símuni Eliasen kemur tað ikki illa við, at effodeildin hevur ein steðg uppá tríggjar vikur nú steypafinala og HM-undankappingardystur er á skránni. Hesar tríggjar vikurnar verður ikki slakað til venjing, og helst fara venjararnir eisini at arbeiða við tí mentala partinum. Jákup Mikkelsen ætlar, at ÍF skal enda hetta kappingarárið betur enn tey undanfarnu kappingarárini, har ÍF hevur fingið fá stig ímóti kappingarenda.

 

Jákup Mikkelsen er ikki uttan vónir, at ÍF kann venda gongdini nú liðið fýra tey komandi umførini fer at spæla ímóti liðum, sum liggja í lægra endanum á stigatalvuni í effodeildini.