Venjarin hevur fingið sekkin

Jóan Símun Edmundsson skal hava nýggjan venjara í Arminia Bielefeld.

Týska Arminia Bielefeld, har føroyski Jóan Símun Edmundsson spælir, skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt nú Jeff Saibene hevur fingið sekkin seinnapartin.


50 ára gamli Jeff Saibene, sum er úr Luksemburg, tók við starvinum í mars í fjør. Eisini hjálparvenjari hansara Carsten Rump, er loystur úr starvi.


Arminia Bielefeld fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið og var ósigrað í fyrstu sjey dystunum, men eftir níggju dystir á rað uttan sigur hevur venjaratoymið nú fingið sekkin.


Tað er framvegis ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá Arminia Bielefeld. Felagið upplýsir, at hetta verður kunngjørt í næstum.


Næsti dystur hjá Arminia Bielefeld verður hóskvøldið á útivølli ímóti Holstein Kiel.