Eftir at Liktinstein mikukvøldið tapti 4-0 fyri Danmark á heimavølli, hevur venjarin hjá teimum boðað frá, at hann gevst í starvinum. Martin Andermatt hevur vant Liktinstein í tvey og eitt hálvt ár, og tað var ikki endiliga orsaka av tapinum ímóti Danmark, at Andermatt gavst. Hann hevur nevniliga fingið kjansin sum venjari hjá Young Boys í bestu sveisisku deildini, og hesum kjansi hevur hann tikið av. Fótbóltssambandið í Liktinstein fer tí at leita eftir nýggjum venjara til liðið, sum spælir næsta dystin í EM-undankappingini í mars mánaði næsta ár.