Venjarin hjá HB er koyrdur frá

Nevndin í HB hevur í dag valt at siga venjarnaum, Kim Engstrøm úr starvið

HB hevur í dag boðað frá, at felagið hevur valt at siga venjaran, Kim Engstrøm, upp. Hann kom til HB í vetur frá OB, har hann var U19 venjari. Hann gjørdi ein trý ára sáttmála, men eftir tíggju dystir í landskappingini er hann nú koyrdur. Nýggjur venjari verður settur í næstum, boðar felagið frá.

 

- Nevndin í HB hevur gjørt av at enda samstarvið við høvuðsvenjaran hjá Betri monnum, Kim Engstrøm. Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara. Kim hevur víst ídni og eldhuga allan vegin, meðan úrslitini ikki hava verið nøktandi, í mun til tey mál vit sum felag seta okkum. Vit takka Kim fyri tíðina í HB, og ynskja honum blíðan byr í framtíðini. Nýggjur venjari verður kunngjørdur innan stutta tíð, skrivar HB.

 

HB fekk ein rímiliga góða byrjan upp á kappigarárið, men eftir tríggjar sigar í trimum teimum fyrstu dystunum, byrjaði at ganga galið. HB spældi javnleik á Toftum móti B68, og spældi javnleik 2-2 í Gundadali móti EB/Streymi. Eftir ein tepran sigur á Skála, tapti HB móti kappingarneytunum úr Víkingi og KÍ, umframt at spæla javnleik móti 07 Vestur og í gjár Skála.

 

HB boðar frá, at nýggjur venjari verður settur í næstum. HB skal mikukvøldið spæla móti AB í steypakappingini.