Venjarin hjá Týsklandi: Vit mugu ikki undirmeta Føroyar

Týsku miðlarnir leggja upp til greiðan sigur til Týsklands

Mynd: Bild

Mynd: Bild

Í týskum ítróttarmiðlum verður lagt upp til, at Týskland er greiður favorittur at vinna á Føroyum í HM-undankappingardystinum í Kiel í morgin klokkan 17.15.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Men íslendski landsliðsvenjarin hjá Týsklandi, Alfred Gíslason leggur eina við, at hansara spælarar fara ikki at undirmeta Føroyar.

 

Í samrøðu við stóra týska miðilin, Bild minnir Alfred Gíslason á, at Føroyar vunnu sín undanundanbólk á favorittunum úr Italia og Lettlandi. Hann minnir eisini á, at fleiri av føroysku spælarunum spæla í sterkum norðurlendskum deildum, og talan er um eitt lið við áræði og stríðsvilja. So 62 ára gamli íslendingurin er tann síðsti sum fer at undirmeta Føroyar. 

 

Tað sum gongur aftur tá týsku miðlarnir skriva um føroyska manslandsliðið eru góðu avrikini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Svøríki, at Føroyar hava ein spælara í 2. bundesligu, nevnliga Áka Egilsnes. Og so verður drigið fram, at Føroyar hava ein royndan og dugnaligan landsliðsvenjara, Peter Bredsdorff Larsen.

 

Sum eitt kuriosum nevnir Bild, at legendariski føroyski fótbóltslandsliðsmálverjin við hvítu topphúgvuni, Jens Martin Knudsen eisini var landsliðsspælari í hondbólti í sínari tíð. 

 

 

 

 

 

Mynd: Bild

Mynd: Bild