Venjarin hjá Villarreal er serfrøðingur í Europa League

Europa League: Mótstøðuliðið hjá Mancheter United hevur ikki tapt í Evropa hetta kappingarárið – og tað er ikki uttan orsøk

Í kvøld verður Europa League finalan millum spanska Villarreal og Manchester United. Stórfelagið úr Onglandi eru favorittar at vinna, men tað eru eisini tekin um, at Villarreal fer at spæla sín kjans væl.

 

Venjari hjá Villarreal er Unai Emery. Í Premier League minnast tey hann mest fyri sítt miseydnaða tíðarskeið í Arsenal, men undan tí vann hann Europa League tríggjar ferðir við Sevilla. Hann hevur eisini í hesum kappingarárinum sett sín dám á teir gulu úr Villarreal, tí liðið hevur ikki tapt í Europa League. Millum samlaðu sigarnar, var ein sigur á júst Arsenal.

 

Unai Emery skal eisini hugsa seg væl um, áðrenn finaluna, tí hann hevur tveir málverjar at velja í millum. Gerónimo Rulli hevur spælt í Europa League, men Sergio Asenjo er vanliga fyrstaval. Í álopinum hevur Paco Alcácer spælt fyri tað mesta, men tvífaldi Europa League vinnarin við Sevilla, Carlos Bacca, hevur spælt væl seinastu tveir dystirnar.

 

Helst verður talan um ein taktiska finalu frá Villarreal, sum ikki verða lættir at seta upp á pláss, hóast Manchester United er favorittur at vinna.

 

Væntað uppstilling: Rulli/Asenjo; Foyth, Albiol, Torres, Pedraza; Pino, Capoue, Parejo, Trigueros: Moreno, Bacca

 

Europa League finalan:

 

Villarreal – Manchester United (20.00)