Venjarin leitar eftir liðnum

Jógvan Martin Olsen hevur undir venjingunum í Skotlandi roynt ymsar spælarar á ymsum plássum, og hann bíðar til seinastu løtu við at taka endaliga avgerð, um hvørjir 11 spælarar byrja á vøllinum í morgin

(Glasgow): Tá ið føroyska landsliðið á middegi í dag fór til sína seinastu venjing undan EM-dystinum ímóti Skotlandi, var framvegis ivi um, hvussu føroyska liðið fer at síggja út í morgin.
Undir venjingunum higartil hevur Jógvan Martin Olsen roynt ymsar spælarar á ymsum plássum, og hann viðurkennir eisini, at hann leitar eftir røttu uppstillingini.
- Vit hava hugt eitt sindur eftir spælarunum undir venjingunum higartil, og vit umhugsa framvegis eini tvey pláss á liðnum, segði Jógvan Martin Olsen, tá ið hann fór til venjing á Celtic Park á middegi í dag.
Avrikið ímóti Georgia var alt annað enn sannførandi, men landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir somu spælarum til dystin ímóti Skotlandi, og hann staðfestir, at hann ætlar sær ikki at kollvelta liðið til dystin í morgin.
- Møguliga koma vit at gera onkrar broytingar til dystin í morgin, men vit kunnu ikki broyta alt liðið. So nógvar møguleikar hava vit ikki við teimum spælarunum, sum vit hava tøkar, sigur Jógvan Martin Olsen.
 
Verjan helst tann sama
Tað tykist verða rættiliga vist, at fimm teir aftastu spælararnir verða teir somu hesaferð, sum teir vóru ímóti Georgia.
Tað vil siga, at Jákup Mikkelsen verður í málinum, og teir fýra í verjuni verða Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli Johannesen og Janus Joensen.
Einki veruligt alternativ er til Janus Joensen á vinstra bakki, og hóast Jákup á Borg kundi verið góður at havt longri frammi á vøllinum, verður hann helst brúktur sum bakkur aftur hesaferð.
Óli Johannesen og Atli Danielsen spældu ikki sannførandi ímóti Georgia, men teir hava áður spælt sera væl ímóti sterkari mótstøðu, og tað er lítið at ivast í, at teir fáa kjansin aftur hesaferð, hóast Vagnur Mohr Mortensen er ein av teimum, sum stendur á síðulinjuni og trippar.
 
Broytingar á miðvøllinum
Føroyar fara at spæla við fimm monnum á miðvøllinum, og her er meira sannlíkt við onkrum broytingum eftir dystin ímóti Georgia.
Julian Johnsson, sum er komin við aftur á landsliðið, er eitt gott boð til eitt pláss á sentrala miðvøllinum, og tað tykist verða rættiliga vist, at Fróði Benjmaninsen spælir frá byrjan. Tað kann eisini koma upp á tal at flyta Rógva Jacobsen úr álopinum og aftur á miðvøllin at spæla.
Aðrir møguleikar á tí sentrala miðvøllinum er at lata Kára Nielsen ella Paula G. Hansen spæla frá byrjan, og tað kann koma upp á tal, um Julian Johnsson ikki spælir frá byrjan.
Í síðunum tykist ivi verða um, hvørjir spælarar skulu spæla. Claus Bech Jørgensen kann spæla bæði í vinstru og høgru síðu, og spurningurin er, um Símun Samuelsen, sum ikki spældi sín besta dyst seinat, fær kjansin aftur hesaferð. Onnur alternativ eru at lata Hans Paula Samuelsen spæla í vinstru síðu ella Jónhard Fredriksberg í høgru síðu.
Seinast spældi Rógvi Jacobsen í álopinum, men tað er líka sannlíkt, at toppskjúttin í Formuladeildini, Christian Høgni Jacobsen, verður fremsti maður hesaferð, og tað kann verða eitt gott hugskot, tá ið skotska miðverjan langt frá er av teimum skjótastu.
Føroyska liðið kann síggja soleiðis út til dystin leygardagin: Jákup Mikkelsen  Jákup á Borg, Atli Danielsen, Óli Johannesen, Janus M. Joensen  Claus Bech Jørgensen, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Símun Samuelsen  Christian Høgni Jacobsen