Fótbóltur
KÍ er og verður triði aftast. Víkingur, sum klaksvíkingar fara at vitja í morgin eru nummar fimm, og tað er evarska lítil møguleiki fyri, at teir við sigri kunnu lyfta seg upp á fjóirða plássið. Tað er treytað av, at teir vinna á KÍ, og at Skála samstundis vinnur í Runavík.
Anton Skoradal leggur í morgin frá sær sum venjari hjá Víkingi. Tað er greitt, at Jógvan Martin Olsen verður nýggur venjari. Tað er ikki greitt, um tað næsta ár verður Petur Mohr, sum skal standa á odda fyri KÍ liðnum.
Víkingaspælararnir hava enn møguleika at vinna seg í nýggju UEFA-kappingina. Tað gera teir, um teir vinna móti KÍ, samstundis sum NSÍ tapir.
Í Klaksvík er óvist, hvussu tað verður við veteranunum Harley Bertholdsen, Jan Andreasen og Allani Joensen.