Í gjár vóru seinnu 1/8 finalurnar í Europa League. Tað vóru avgreiðsluspurningar, spennandi dystir og so teir dramatisku. Størsti dramatikkurin var Zagreb, har Tottenham fall. José Mourinho var í øðini eftir dystin.
Tottenham vann 2-0 í fyrra dystinum móti Dinamo Zagreb, hvørs venjari situr í geglinum. Gestirnir úr London vóru stórfavorittar at vinna samanlagt undan dystinum í Zagreb í gjár, men tað bleiv bæði dramatiskt og óvæntað.
Mislav Orsic skoraði fyrst til 1-0 eftir ein tíma, og síðani til 2-0 sjey minuttir fyri tíð. Tá stóð á jøvnunum og farið varð til longda leiktíð, har sami Mislav Orsic skoraði enn eina ferð. Við málinum er Dinamo Zagreb víðari.
Eftir dystin var José Mourinho í øðini. Hann segði í samrøðu, at bara annað liðið vildi vinna dystin og legði alla orku og viljan í spælið, meðan hitt liðið spældi, sum tað ikki var ein týdningarmikil dystur. José Mourinho fór eisini beina leið í skiftirúmið hjá vertunum og ynskti teimum til lukku.
##med2##
Stóri dysturin var á San Siro, har AC Milan tók móti Manchester United. Tað endaði við at Paul Pogba bleiv hetjan. Hann kom á vøllin í hálvleikinum, og hevði bara verið inni í tveir minuttir, tá hann skoraði. AC Milan svaraði aftur við at seta Zlatan Ibrahimovic á vøllin, men hóast ein góðan stútara, so megnaði hann ikki at skora.
Í Skotlandi var eisini dramatikkur, tá Rangers tapti móti Slavia Prag. Heimaliðið fekk tveir mans útvístar. Tað eina reyða kortið kom eftir, at ein spælari hjá Rangers rakti málverjan hjá Slavia í andlitið. Málverjin mátti skiftast út og seymast í pannuni.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í dag.
Europa League 1/8:
Young Boys – Ajax 0-2
Ajax vinnur samanlagt 5-0
Villarreal – Dynamo Kiev 2-0
Villarreal vinnur samanlagt 4-0
AC Milan – Manchester United 0-1
Manchester United vinnur samanlagt 2-1
Rangers – Slavia Prag 0-2
Slavia Prag vinnur samanlagt 3-1
Shakhtar Donetsk – AS Roma 1-2
AS Roma vinnur samanlagt 5-1
Arsenal – Olympiacos 0-1
Arsenal vinnur samanlgt 3-2
Dinamo Zagreb – Tottenham 2-0, 3-0 eftir longda leiktíð
Dinamo Zagreb vinnur samanlagt 3-2
Molde – Granada 2-1
Granada vinnur samanlagt 3-2