Venjarin var sera nøgdur

Einki er taka seg aftur í, at Kyndils-venjararnir vóru framúr væl nøgdir við tað, sum spælararnir sýndu sunnudagin.
 Vit fáa illa sagt annað. Ikki minst var tað deiligt at síggja, at spælararnir hesa ferð høvdu tamarhald á allan vegin. Seinastu vikurnar hava vit í løtum spælt upp til okkara besta, men í einstøku dystunum hava vit tó sveiggjað ov nógv. Tann trupulleikan høvdu vit ikki hesaferð, og tað var kanska tað besta fyri okkara viðkomandi, sigur Birgir Hansen, sum saman við Kára Nielsen hevur ábyrgdina av liðnum.

Vilja hava FM í gávu
Birgir dylur heldur ikki fyri, at bæði venjarar og spælarar hava sett sær fyri, at gullið skal vinnast aftur, nú felagið heldur 50 ára føðingardag. Og hann ivast heldur ikki í, at hetta væl og virðiliga kann røkkast.
 Nú hava vit fyrst dystin móti KÍF mikudagin, og hann er kanska tann týdningarmesti av teimum øllum. Tað vil í øllum førum vera ein ordans frammaná, um vit kiksa í hesum dystinum, so tað ræður um at fáa armarnar niður.
 Men eftir tað, so hava vit sera góðar umstøður. Vit hava longri tíð enn hini liðini at venja, og tað ætla vit okkum at gangnnýta. Millum annað við at seta meira ferð á konditionellu venjingina, so spælararnir eru heilt í toppi, tá vit vónandi skulu spæla FM-finalurnar.
 Men fyrst og fremst, so skulu vit altso hugsa um KÍF. Loysa vit ta uppgávuna, kunnu vit byrja at hugsa um alt møguligt annað, sigur Birgir Hansen at enda.