24 ára gamal Maria Dahl hevur seinastu árini vant miðvíst fyri at fáa tímaglaskroppin, sum so nógvar kvinnur tráa eftir í dag.
- Eg geri tað fyrst og fremst fyri meg sjálva, men sjálvandi er tað deiligt, tá fólk halda, at kroppurin er vakur, sigur Maria Dahl, sum eisini leggur myndir av kroppinum hjá sær út á Instagram.
Les stórt tema um kvinnukroppin í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.