Í morgun er stór bjargingarvenjing í Nólsoyarfirði. Við í venjingini eru Norrøna, Triton, Brimil, Tjaldrið, Ziska og bjargingartyrlan. Aðrir luttakandi partar eru sløkkiliðið í Havn, løgreglan, Sjóvinnustýrið, Landsverk, Tórshavnar Havn og MRCC Tórshavn.
Venjingin snýr seg um, at Smyril Line hevur fingið eina hóttan um, at ein bumba skal vera umborð á Norrønu. Eisini er eisini eldur komin í cafeteria á dekki 5.
Av MRCC verður sagt, at venjingin væntandi verður liðug út móti middegi, og eftir ætlan skal Norrøna verða við bryggju aftur kl 12.00.