Venjing: Lúka 4 - Old man challenge

Sunday Funday! Sunnudagar koma vit við einari lítlari avbjóðing. Í dag er tað ein avbjóðing, sum setur krøv til balansuna. Stilla eitt par av skóm frammanfyri tær, og lat teg í skógvarnar við at standa á einum beini, á ávíkavist vinstra og høgra, uttan at seta hin fótin niðurat. Hevur tú javnan avbjóðingar við balansuni, so stilla teg onkusteðs har tú fær tikið í okkurt.

 

Hetta er ein avbjóðing/venjing, sum er sera góð fyri balansuna. Tá talan er um eina avbjóðing, so kann tað gerast stuttligt, og venjing er bara betur, um tað er eitt sindur eitt element av spæli í venjingini.

 

Niklas Reginsson

Fysioterapeutur

NB Fysioterapi