Kappróður
Umframt stuttleikan og gleðina við at hava føroyskar stuðlar, so hevur tað stóran týdning fyri Katrina Olsen, at hon nú burtur av kann hugsa um venjing hetta til OL.
- Eg eri sum so liðug við lesturin hjá mær. Og har restar bert ein uppgáva á einar 10-15 síður. Men annars verður talan um venjing, venjingarlegur og hvíld. Snøgt sagt, so verður tað burtur av kappróðurin, sum kemur at fylla tilveruna næsta hálva árið. Og at fáa tann møguleikan eri eg sjálvandi sera fegin um, sigur Katrin.
Núy er hetta sjálvandi ein dreymur, sum tú hevur strembað eftir í fýra ár. Men ert tú ikki bangin fyri, at tú fer at keða teg, nú talan verður um somikið nógva frítíð?
- Nei, avgjørt ikki. Tá tú venur 10-12 ferðir um vikuna, so hevur tú tørv á nógvari hvíld. So tað avmarkar seg sjálvt, hvussu nógv annað tú hevur hug ella orku til. Og tað eru jú eisini onkrir aðrir aktivitetir á skránni. Sponsorarnir vilja sjálvandi nýta okkum viðhvørt, og Team Danmark hevur eisini nøkur tiltøk, har vit taka lut, so tað er heldur ikki so, at eg bara skal liggja og einki gera, tá eg ikki venji.
Komandi mánaðirnar er málið so at fáa formin heilt í rættlag. Tríggjar venjingarlegur í Portugal standa á skránni í vár. Og í vikunum undan OL skulu Katrin og Juliane á venjingarlegu í Eysturríki. Fyrst í august verður farið til Beijing, har OL verður sett 8. august. 10. august er fyrsti róðurin hjá Katrin og Juliane á skránni, og so er at vóna, at dreymurin um finalupláss og heiðursmerki verður veruleiki hjá Katrini, Danmark og Føroyum.