Venjing sum í gomlum døgum

Seinastu vikurnar hevur russiska hermegin skipað fyri einari stórari venjing, sum millum annað umfatar kjarnorkuvápn.

Venjingin er tann størsta, sum russar hava skipað fyri seinastu 20 árini. Sagt verður, at venjingin minnir nógv um eina venjing, sum sovjetska herleiðslan skipaði fyri í 1982, og sum í Vesturheiminum bleiv umrødd sum "kjarnorkukríggj í sjey tímar". Men venjingin hesaferð er ikki vend ímóti Vesturheimurin, sigur leiðslan í Moskva. Hvørki USA ella nakað annað land er fíggindin, tí talan er um eina verjuroynd, sigur Jurij Balujevskij í russisku herleiðsluni við blaðið Kommersamt.

Eygleiðarar í Moskva halda, at venjingin hevur samband við russiska forsetavalið, sum verður tann 14. mars, men onnur halda, at endamálið við venjingini er at vísa Vesturheiminum, at russiska hermegin framvegis eigur at verða tikið í álvara, og at tosið um slitin vápn og bensintrot er frá einari farnari tíð.