Venur symfoniorkestrið hjá sultáninum í Oman

Saman við tveimum øðrum undirvísarum hevur fyrrverandi musikkskúlalærarin og ein av grundleggjarunum av musikkskúlanum í Føroyum, Ken McLeod ábyrgdina av orkesturvenjingini av symfoniorkestrinum hjá sultáninum í Oman. Men at stjórna orkestrinum í tí heilt ótrúliga væl útgjørdu og luksus konserthøllini í einum av palassinum (prýðiligu borgini) hjá sultaninum, sleppur hann ikki. Til hesa uppgávuna koma altjóða kendir orkesturleiðarar

Í fimm ár hava Lív og Kenneth ella Ken, sum hann vanliga verður nevndur, saman við syninum Dávid búð og arbeitt í arábiska landinum Oman. Arbeiðsgevari hjá Ken hevur verið hægsti maður í landinum, sjálvur Sultánurin í Oman, Qaboos Bin Said. Sjálvt um Ken bara einaferð sjálvur hevur heilsað uppá sultánin og tikið í hondina á honum, so hevur hann tó dagliga nakrar av bestu tónleikarunum hjá sultáninum undir hond. Hansara arbeiði er saman við øðrum undirvísarum at venja tey ymisku konsertstykkini við symfoniorkestrinum fyri síðan at lata orkestrið í hendurnar á onkrum kendum útlendskum dirigenti, sum sleppur at stjórna tí á privatkonsertunum hjá Sultáninum.

Tí privatkonsertir má tað sigast at vera. Pláss er bara fyri 36 fólkum at lurta eftir tí 70 persóns stóra orkestrinum. Og hetta er ein ótrúlig konserthøll inni í sjálvum palassinum hjá sultáninum. Tað er sum at koma inn í eina heilt annan heim. Ken hevði ikki sæð nakað líknandi, fyrstu ferð hann kom inn í høllina. Tøkniliga og ljóðliga; har var í grundini alt ein kundi hugsað sær. Og sum tað annars er í øllum pallassunum hjá sultáninum, tað er púra vilt, so nógvir pengar eru nýttir at prýða um.

Til konsertirnar bjóðar sultánurin teimum útlendsku ríkisovastunum, tá ið teir koma á vitjan. Annaðhvørt tað er Hussain kongur av Jordan ella Anna Prinsessa ella onkur annar, so sleppa tey við til náttarkonsertina í privatu konserthøllini hjá sultáninum. Konsertirnar byrja vanliga ikki fyrr enn kl. 2 um náttina.

Umframt tær privatu konsertirnar, hevur orkestrið eisini almennar konsertir á ?Al Bustan Palace Hotel? fleiri ferðir um árið,


Undirvísir trompetspælarunum

Hjá okkum vanligum føroyingum ljóðar hetta næstan sum ein dreymur ella eitt ævintýr, men tað er als ikki soleiðis Lív og Ken McLeod uppfata tað. Tey liva eitt vanligt lív sum útlendingar í Oman, og mugu hvønn dag arbeiða - og um neyðugt eisini yvirtíð. Um fleiri konsertir skulu verða tætt eftir hvør aðra, so er tað nevnliga krevjandi og strævið, og av og á koma eisini konsertferðir uppí. Men hóast alt, so trívast tey og teimum dámar sera væl at vera í Oman.

? Eg fái ein eitt-ára sáttmála hvørjaferð. Fái eg ikki endurnýggja sáttmálan, ja, so má eg fara, sigur Ken.

Uppgávan hjá Ken er ikki so fjølbroytt, sum hon var í musikkskúlanum í Føroyum. Í symfoniorkestrinum hjá sultáninum í Oman hevur hann nevnliga bara eina uppgávu. Hann undirvísir trompetspælarunum. Tilsaman eru teir 16 lærarar, sum undirvísa teimum 120 næmingunum, harav 70 eru í sjálvum symfoniorkestrinum. Hvør lærari hevur sítt øki. Um avbjóðingarnar hjá Ken kanska ikki ljóða av tí nógva, tá ið hann »bara« undirvísir trompetspælarunum, so hevur hann hinvegin teir bestu trompetspælararnar í landinum undir hond.

? Eingin í øllum landinum hevur so góðar møguleikar at gera tað betri innan tónleikalívið sum júst hesir í symfoniorkestrinum. Tey koma longu á skúlan sum eini 10 - 12 ára gomul og verða undirvíst allanvegin uppeftir. Tað er kortini soleiðis, at tey eisini verða undirvíst í øðrum enn tónleiki.

? Ein 25 ára gamal, sum eg undirvísi, dugir nú so mikið væl, at hann næstan ikki hevur brúk fyri undirvísing. Hann er tann besti í landinum, og veit tað eisini sjálvur. Men hinvegin hevur hann eisini ein tupulleika. Hann kann ikki fara í onnur lond fyri at læra meir og fyri at spæla saman við øðrum, sum eru á sama støði sum hann. Skipanin er nevnliga soleiðis, at hann er bundin at orkestrinum á staðnum.


Komið á rættiliga høgt støði

At tað er á henda hátt hevur eisini sína grund. Tað hevur so at siga einki tónleikalív verið í Oman. Ella tað vil siga, at tey syngja sum arábarar gera: 1/3 ella 3/4 tónar, meðan vit syngja 1/2 og heilar tónar. Teir hava eisini nótar, men als ikki eftir tí skipan, sum vit kenna til.

Fyri einum 15 árum síðani avgjørdi sultánurin, at hann vildi hava eitt symfoniorkestur, har bara omanar skuldu spæla við. Hann setti sjálvur pengar av til endamálið. Kostskúli varð bygdur, útlendskir undirvísarar settir í starv og børn og ung byrjaðu at læra at spæla á tey ymisku ljóðførini. Hetta kann líkjast nakað tí, vit kenna frá tí føroyska musikkskúlanum, men í Oman eru bara nógv, nógv meir pengar at arbeiða við. Næmingarnir, sum komu inn, dugdu einki áðrenn, og tí verður byrjað heilt frá grundini.

120 næmingar eru á skúlanum, har Ken undirvísir, og 70 teirra eru við í sjálvum orkestrinum. Til sjálvar framførðslurnar hevur sultánurin altíð viljað havt kendar dirigentar ymsastaðni í heiminum at stjórna. Hesir taka tískil tikið yvir orkestrið, beint áðrenn sjálva framførðsluna, meðan Ken og hinir undirvísarnir mugu halda seg aftanfyri pallin. Tann kendasti, sum hevur stjórnað orkestrinum, meðan Ken hevur verið har, er óivað Yehudi Menuin, amerikansk-bretski jødin, ið eisini er ein av heimsins kendastu violinspælarum. Aðrir kendir eru millum annað Chris Adey og Zubin Mehta.

Í dag er Symfoniorkestrið hjá sultáninum komið á eitt rættuliga høgt støði, metir Ken. Orkestrið er eisini vorðið meir viðurkent uttanfyri landsins mark. Millum annað hava teir verið á konsertferðum í Dubai og í Bretlandi. Fleiri av teimum, sum eru við, kundu, um tey fingu loyvi til at møtt nakað størri avbjóðingum, komið við í okkurt av teimum stóru og kendu orkestrunum. Onkur av teimum heilt góðu spælarunum hevur tó fingið loyvi at farið til London at fáa meir venjing og har møta størri avbjóðingum.


Útbygt til eitt nýmótans støði

At sultánurin bara fær sær sítt egna symfoniorkestur boðar frá, at hann eigur nógvar pengar. Hetta kunnu bæði Lív og Ken vátta. Men sjálvt symfoniorkestrið er bara ein lítil partur av øllum teimum pengunum, sum sultánurin nýtir uppá seg sjálvan. Hann hevur ikki minni enn seks ymisk palass í teimum størstu býunum í landinum. Tá ið Ken og Lív skulu greiða frá, hvussu hesi palassini eru, finna tey ikki orð fyri tí. Men skjót eru tey at koma til tað niðurstøðu, at tað er fulkomuliga ørt og púra vilt.

Sultánurin hevur tó ikki bara privatkonsertir. Av og á hevur hann eisini uttandura konsertir í garðinum í palassinum, har yvir 1.000 fólk hava verið til staðar.

Hóast Sutánurin brúkar nógvan pening uppá seg sjálvan, er tað tó bara nógv tann minni parturin, av øllum pengunum hann fær. Tí tað er ikki smávegis hann fær. Hvønn dag fær hann 5% av øllum inntøkunum sum landið fær. Mesta av hesum kemur tó øllum fólkinum til góða.

Sultan Quboos Bin Said er í dag 54 ára gamal og ógiftur. Hann tók við eftir faðir sín fyri 25 árum síðani. Tá var landið eitt tilafturskomið land. Ein kann á mangan hátt líkna tað við Jemen í dag. Í øllum landinum vóru bara tríggir kilometrar av vegi, og eitt sjúkrahús - og tað var eitt missiónssjúkrahús.

Sultánurin hevur í hesi 25 árini bygt upp landið á nógvum ymiskum økjum. Motorvegir eru nú í stórum pørtum av landinum, sjúkrahúsini eru fleiri, øll hava nú møguleika at ganga í skúla og hartil eisini at taka hægri útbúgvingar í landinum, og á mangan annan hátt hevur landið ment seg at komið á tað støði, sum tað er í dag. Nú hava øll tað gott í landinum, og eingi fátøk fólk eru at síggja.

Landið fær fyrst og fremst sítt ríkidømi av oljuni. Tað eru tó fyri tað mesta útlendsk oljufeløg, sum bora eftir oljuni, men tað gevur eisini væl í landskassan. Eftir oljuna er tað framleiðslan av dadlum, sum omanar liva av.


Uppliva fyri at fata

Sjálvt navnið á hesum arábiska landinum ljóðar í føroyskum oyrum heldur løgið, men hinvegin tað er langt »oman« til hetta arábiska landið í munnanum á Persaflógva - í øllum førum á kortinum. Og sjálvi halda Lív og Ken seg eisini verða langt heimanifrá. Tó so, tey hava fingið vitjanir nakraferðir, og sjálvi eru tey heima hvørt summar at vitja skyldfólk og vinir.

- Tað er so nógv øðrvísi at liva í Oman í mun til heima í Føroyum. Men tú mást uppliva tað fyri at fáa eina rætta fatan av landinum og fólkinum, sigur Lív.

- Eg síggi nógv øðrvísi uppá tað nú, í mun til tá ið eg bara hevði búð her í eitt ár, sigur Lív.

Mentaninar eru eisini fleiri. Omanar eru eitt samansett fólkaslag og hartil búgva rættiliga nógvir útlendingar í Oman. Eitt nú hevur tann nú sjey ára gamli Dávid gingið í barnagarðsflokki saman við 16 øðrum næmingum. Hesir 16 næmingarnir komu frá 14 ymiskum londum.

Men Dávid trívist væl í Oman. Nú hann er í summarfrí í Føroyum, leingist honum aftur til uttandura svimjihylin og at spæla á strondini. Og hann heldur tað eisini vera eitt sindur ov kalt í Føroyum. Men foreldrini leingjast ikki beinleiðis niður í tann nógva summarhita, sum um hesa tíðina liggur um 46 - 50 °C. Tá er so heitt, at ein ikki kann vera úti. Ein kann bara halda seg í skugganum og inni.


Arábiskt klødd

Í Oman hevur Lív hjálpt til á einum altjóða skúla, har málið er enskt. Hetta síðsta árið hevur hon verið annar av lærarunum hjá einum barnagarðsflokki - eitt arbeiði hon er sera glað fyri.

Oman er arábiskt land, og tað sæst millum annað aftur í klædnabúnanum. Tó er tað ymiskt frá stað til stað, hvussu tey eru klødd. Konufólkini vísa vanliga ikki so nógv av kroppinum hjá sær, og á nøkrum kann ein bara síggja eyguni. Mannfólkið gangur vanlig í einum sokallaðum »disdas«, sum er ein síður kyrtil.

Útlendingar í landinum kunnu tó gera, sum teir vilja. Sjálvandi virða tey eisini siðir og trúgv hjá hvør øðrum. Tey kristnu hava sínar kirkjur at fara til, og muslimarnir hava sínar moskur.


Støðið í Føroyum munandi hæðkað

Tað eru 13 ár síðani Ken kom fyrstu ferð til Føroya. Hann var ein av teimum, sum var við at byggja upp føroyska musikkskúlan, og arbeiddi hann millum annað nógv saman við Graeme Rudd. Í átta ár starvaðist hann í musikkskúlanum í Eysturoy, og búði í Fuglafirði. Hann stjórnaði Fuglafjarðar Hornorkestri og partar av tíðini eisini Nes sóknar musikkfelag, hornorkestrunum á Eiði og á Strondum.

Nú heldur hann tað vera stuttligt at koma aftur til Føroya, og síggja alla menningina, sum hevur verið í føroyska tónleikalívinum.

? Støðið er munandi hæðkað. Og eitt tað mest stuttliga er at síggja, at nú eru tað nakrir av teimum næmingunum, ið vóru teir fyrstu í musikkskúlanum, sum skipa fyri.

? Eisini at uppliva nú um summarið, at tað eru konsertir annanhvønn ella hvønn dag. Summartónar haldi eg er eitt sera gott tiltak, og Requiem hjá Verdi ljóðaði eisini at vera heilt fantastiskt. Tíverri vóru vit tó ov sein at fáa atgongumerki til konsertina, og hoyrdi vit hana tí ikki sjálv.


Visti einki um Føroyar

Um tað av fara til Oman var ein størri avbjóðing enn at vera í Føroyum, dugir Ken tó ikki heilt at siga.

? Tá ið eg kom úr Skotlandi til Føroya, hevði eg ikki ánilsi av, hvat eg kom til. Eg hevði fingið skrivað á ein punt á einum wc-pappíri »Vestmanna«. Eg visti als ikki, um hettta var ein maður, eg skuldi seta meg í samband við, ella hvat tað var. Tá ið vit komu til Oman, vistu vit heldur ikki so nógv um, hvat vit skuldu í gongd við, men vit hava tikið tað sum tað er komið.

? Tann stóri munurin er tó, at í Oman undirvísi eg bara í einum ljóðføri, meðan eg í Føroyum undirvísti á nógvum ymiskum umráðum. Í Føroyum var tað eisini meir sosialt inni í myndini. Um onkur ikki kom til venjing ein dag, so var tað kanska, tí omman hevði fylt, ella ein mátti fara á fjall. Í Oman virkar tað meir professionelt. Læruríkt hevur tað tó verið á báðum støðum.

Nú fer familjan aftur til Oman. Niður til hitan, til tónleikin og til sultánin.