Formelt er Nicolas Maduro forseti í Venuzuela, men fyri einari viku síðani bar 35 ára gamli Juan Guaidó seg fram sum leiðara av Venuzuela. Juan Guaidó er leiðari av andstøðuni, og hann fær stuðul frá fleiri londum.
Nicolas Maduro vann valið í mai 2018, men andstøðan vil vera við, at valið var í stríð við reglurnar, og tí vil fólkið hava hann at leggja frá sær. Leygardagin mótmæltu fleiri túsund fólk móti Nicolas Maduro.
Allur heimurin hevur eina støðu til stríðið um leiðarapostin í Venuzuela, og er hetta nakað, sum setir lond í tvíningar. Sum nú er viðurkenna lond sum USA, Kanada og Avstralia Juan Guaidó sum leiðara av Venuzuela. Av londunum, sum stuðla Nicolas Maduro, eru eitt nú Russland, Kina, Iran og Turkaland. Hesi meina, at mann ikki eigur at blanda seg, tí venuzuelska fólkið eigur at loysa hetta sjálvt.
Danmark stuðlar nú Guaidó
Nicolas Madura fekk í síðstu viku eitt ulitmatum frá sjey ES-londum um, at hann skuldi útskriva val áðrenn í dag. Hesi londini eru millum annað Týskland, Frakland og Ongland. Um hann ikki útskrivar val, vildu hesi londini heldur viðurkenna Juan Guaidó sum forseta av Venuzuela.
Men Madura vil ikki útskriva val og sigur seg ikki vilja bukka undir fyri trýstinum.
Tí váttar danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, í dag, at Danmark eisini viðurkennir Juan Guaidó sum almenna leiðaran av Venuzuela. Hann skrivar á Twitter, at Danmark hevur hesa støðuna, inntil eitt frítt og demokratiskt val verður útskrivað. Tað sama við Spanien, sum annars altíð hevur havt eitt gott samband við Venuzuela.