Verða ikki húsvill tey næstu 10 árini

Tað er nú greitt, at Havnar Róðrarfelag sleppur at varðveita neystið í 10 ár afturat.

 

Neystið stendur á leigaðari grund, men áttanda mars í ár gekk sáttmálin út. Tí hava tey søkt býráðið um at leingja sáttmálan um grundina, sum er 2.200 fermetrar til støddar.

 

Havnar Róðrarfelag hevur hildið til í somu hølum í 40 ár, og leigusáttmálin, sum nú gekk út, hevur verið í gildi í 25 ár. Men tað stendur í honum, at skal býráðið ikki brúka økið til onnur endamál, skal leigarin hava rætt til at leingja leigumálið í 10 ár.

 

Á býráðsfundi hóskvøldið varð staðfest, at býráðið hevur ongar ætlanir við stykkinum, og tískil sleppur Róðrarfelag at halda fram í neystinum í 10 ár afturat.

 

Men klípt verður nakað burtur av stykkinum niðan ímóti Landssjúkrahúsinum.

 

Landssjúkrahúsið stendur fyri útbyggingum og í tí sambandi verður brúk fyri tí ovasta partinum av stykkinum til vegir og annað.

 

Sostatt missur Róðrarfelagið tann ovasta partin av stykkinum, men tað nervar ikki sjálvt neystið, tí tey leiga framvegis stykkið, sum er undir neystinum og tað nervar heldur ikki møguleikan fyri at flota, ella draga bátarnar ótarnað.