– Teknikkurin sveik tí fara vit heldur ikki at krevja pengar frá fólki. Tað sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.
Leygardagin fór fór fótbólturin í Føroyum á rull og tað hevur vakt ans nógvastaðni. Tískil skuldu dystir vísast bæði á Tv2 í Noregi, á Ekstrablaðnum í Danmark, umframt í Televarpinum sjálvum.
Samstundis boðaði ein svensk heimasíða frá, at tey fóru eisini at stroyma frá føroyskum fótbólti, umframt at veddingarfyritøkurnar vóru við.
sigur Edvard í Skorini Joensen sigur, at hann hevur ikki gjørt upp, hvussu nógv hugdu.
Men so hendi tað, at teknikkurin sveik, so nógv sóu ikki tað, tey høvdu goldið fyri umframt at dystir vórðu fluttir á Rás1, sum er ein ókeypis rás hjá televarpinum.
Í hesum sambandi vóru dystirnir ímillum KÍ og B36 og ímillum AB og ÍF, fluttir yvir Rás1. Og TV2 í Noregi mátti senda dystin í Runavík ímillum TB og NSÍ í staðin fyri ætlaða dystin í Gundadali ímillum HB og EB/Streym, tí teknikkurin sveik
Edvard í Skorini Joensen sigur, at hetta eru trupulleikar, tey arbeiða við at loysa til næstu ferð, men trupulleikin var, at ov nógv komu á ísenn og so varð skipanin ovbyrjað.
Men hann sigur, at enn er eingin trektur fyri pengar, og hann sigur, at sum umstøðurnar vóru, verða tey heldur ikki trekt fyri pengar.
– Fólk hava fingið eina kvittan fyri keypið, men pengarnir eru ikki trektir frá nøkrum og tað verða teir heldur ikki. Hetta varð eitt ókeyps umfar hjá fótbóltsfjepparum, sigur hann.