?Hetta verður eitt sera stórt bakkast fyri sjúklingarnar, tí nú fer tað ikki at bera til at geva teimum tað viðgerð, sum teir hava krav uppá.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er hýrurin ringur.
Hýrurin var ringur, tá ið fíggjarlógin fyri 2000 var samtykt.
Og hann er ikki batnaður stórvegis, nú Karsten Hansen hevur lagt uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið.
Hýrurin er ringur tí at játtanin, sum Sjúkrahúsið fær, er ikki nóg stór til at varðveita virksemið á sama støði, sum tað var á í fjør.
Og tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar, tí frammanundan er longu so nógv spart, at raksturin er á einum so lágum støði sum yvirhøvur tilber og tað á øllum økjum.
Tey siga, at sjúkrahúsið eraltíð rikið so bíliga sum gjørligt. men nú tykist tað sum um at tey skulu revsast fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði árini frammanundan.
Sostatt ber ikki til at siga nakað starvsfólk upp, uttan at tað fær avleiðingar fyri sjúklingarnar.
Støðan verður mett at verða so mikið álvarslig, at álitisfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi gjørdi av at velja eina trýmanna nevnd at arbeiða víðari við málinum. M.a. skuldi nevndin royna at sannføra politikararnar um, at tað ber ikki til at skerja raksturin á sjúkrahúsinum, uttan at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar Men nú eykajáttanarlóg varð lagt fyri tingið mugu tey trý, Maria Vágfjall, Charles Kristensen og Bergur Stórhamar, ásanna, at teirra arbeiðið hevur ikki borið stórvegis frukt.
Tí á eykajáttanarlógini er ikki ætlanin, at Suðuroyar Sjúktahús skal fáa meiri enn 300.000 krónur afturat til lønir.
Harumframt skulu 700.000 krónur flytast frá øðrum rakstri til lønarjáttanina.
Men tað halda tey trý lítið um.
? Hetta er ikki annað enn at flyta trupulleikan frá einum øki yvir á eitt annað øki.
Tey stúra heldur ikki sørt fyri, hvaðani á rakstrinum hesar 700.000 krónurnar skulu takast.
? Skal hitin setast niður, ella skal tað sparast á játtanini til mat? ella hvar, spyr Bergur Stórhamar.
Tey skoyta uppí, at hetta er tað sama sum at siga, at vit hava tað ov heitt, ella eta ov nógv, og tað fáast tey ikki at siga.
? Ella fer tað at ganga útyvir eftirútbúgvinga, so verður tað ein ólukka, sum eisini fer at raka sjúklingarnar, siga tey trý álitisfólkini.
Verða hart rakt
Fyribils hava sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ført við sær, at 4,5 fólk eru søgd upp.
Talan er um 1/2 fólk í køkini, eitt fólk á teknisku deild og leiðbeiningin er niðurløgd, tí tað eina fólki, sum arbeiddi har, er sagt upp. Harafturat verður tann ambulanta fysioterapiin niðurløgd og av tí sama eru tveir fysioterapeutar uppsagdir.
Serlig hesar uppsagnirnar fara at raka sjúklingarnar hart.
? Eitt nú missa teir sjúklingarnir, sum ganga til ambulanta viðgerð tann heita hylin, sigur Maria Vágfjall
? Harumframt verður bara teir privatu fysioterapeutarnir at dúva uppá. Men teir báðir, sum eru, arbeiða ikki fulla tíð og hava tí neyvan orku til at átaka sær alla viðgerðina.
? Men tað er heldur ongin trygd fyri, at teir privatu fysioterapeutarnir hava møguleika at viðgerða fólk í somu raðfylgju, sum læknarnir vildu havt tað.
? Annars verða sjúklingarnir noyddir til Havnar til viðgerðar.
Sostatt verður fysioterapeutiska viðgerðin hereftir í nógv størri mun ein fíggarligur spurningur fyri sjúklingarnar, og tað var neyvan ætlanin við heilsutænastunum í Føroyum.
Maria Vágfjall sigur, at samanumtikið fer sparingin á fysioterappini at føra við sær, at tilboðini til sjúklingarnir fara at verða munandi verri, enn tey hava verið.
At ein teknikari nú er uppsagdur er eisini sera óheppið, tí nú er øll trygdin burtur aftaná vanliga arbeiðstíð.
?Verður eitt tól, ella okkurt annað í óstandi aftaná vanliga arbeiðstíð, er ongin at gera tað aftur. Er nakað álvarsligt áfatt, kann einhvør hugsa sær til, hvat kann henda, siga tey trý álitisfólkini.
At leiðbeiningin verður løgd niður fer eisini at gera umstøðurnar nógv truplari, tí nú er ongin at vísa øllum teimum mongu á leið, sum koma inn á sjúkrahúsið um dagarnar til viðgerð ella kanningar av ymsum slag, ella í øðrum ørindum.
Tey siga, at tað mann vera ógvuliga ivasamt, um nøkur sum helst sparing er í hjá sjúkrahúsinum at noyðast at keypa tær tænastur uttanifrá, sum verða niðurlagdar á sjúkrahúsinum, tí tað kostar eisini.
? Talan er eisini í mongum førum um hátøknilig tól, sum ikki ein og hvør kann gera ístand.
Hava roynt
Tey trý siga, at tey hava roynt at sannført Helenu Dam á Neystabø um týdningin av játta Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening, so at virksemið kann varðveitast óbroytt.
Men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Og tey dylja ikki fyri, at tey eru ógvuliga vónbrotin av, at tað ikki hevur eydnast henni at útvega sjúkrahúsinum meiri enn 300.000 krónur afturat.
? Men eitt, sum vit hava fingið burturúr henni, er, at hon vísir tí aftur, sum Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, førdi fram á fundi á Suðuroyar Sjúkrahúsi herfyri.
Tá segði hann, at landsstýrismaðurin skuldi hava fingið at vita fleiri ferðir, bæði á landsstýrisfundi og á samgongufundi, at ongin skuldi sigast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Charles Kristensen.
Tey trý siga, at nú landsstýrismaðurin ikki megnar at bjarga støðuni, mugu tey seta sítt álit á, at løgtingið tekur um endan.
Og tey seta sítt álit á, at andstøðan enn einaferð ferð at royna at gera sína ávirkan galdandi, eins og hon gjørdi, tá ið fíggjarlógin var til atkvøðugreiðslu beint upp undir nýggjár.
Men tey seta eisini sítt álit til tinglimir úr samgonguni,
Eitt nú seta tey sítt álit á, er Sámal Petur í Grund, tí í samrøðu við Sosialin herfyri helt hann, at heilsuverkið og Strandferðslan mátti raðfestast hægri enn avlopið á fíggjarlógin.
Ein annar tinglimur, sum tey seta sítt álit á, er einasti samgongumaðurin úr Suðuroynni, Hergeir Nielsen, sum hevur sagt, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi skuldi takast aftur.
? Men ikki minst seta vit okkara álit á Jógvan við Keldu.
? Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, kundi hann ikki atkvøða fyri hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús, tí uppskotið um tað var komið ov seint á borðið. Og tað er so ikki støðan nú, siga Maria Vágfjall, Charles Kristensen og Bergur Stórhamar.