Verður altíð onkur sum ikki fær eitt arbeiði

- Tað komu umleið 1.000 fólk inn í skipanina hjá okkum í fjør, meðan tað eru eini 400-500 fólk komin inn í skipanina í ár. Men felags fyri næstan øll er, at tey fara øll út aftur úr skipanini rættiliga skjótt. Av teimum persónum, ið komu inn í fjør, er næstan eingin eftir, meðan einans 150 persónar eru eftir av teimum, ið komu inn í skipanina í ár. So tey allarflestu koma bara inn at venda, áðrenn tey fáa eitt arbeiði aftur. Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, nú føroyska arbeiðsloysið er nærum einki

Í dag er tað eingin orsøk at fella í fátt, um man brádliga endar í tí keðiligu støðu at verða koyrdur til hús. Eftirspurningurin í Føroyum eftir starvsfólkum er nevniliga so stórur í løtuni, at tey flestu, ið verða arbeiðsleys, eru skjót aftur í arbeiði.

Tað er hvørt fall royndirnar hjá teimum flestu, ið blivu arbeiðsleys í fjør og í ár. Magni á Deild Olsen, stjóri í Als, vísi nevniliga á, at av teimum gott 1.500 fólkunum, ið hava mist starvið síðsta hálvtannað árið, hava tey flestu longu fingið eitt nýtt starv.

- Tað komu umleið 1.000 fólk inn í skipanina hjá okkum í fjør, meðan tað eru eini 400-500 fólk komin inn í skipanina í ár. Men felags fyri næstan øll er, at tey fara øll út aftur úr skipanini rættiliga skjótt. Av teimum persónum, ið komu inn í fjør, er næstan eingin eftir, meðan einans 150 persónar eru eftir av teimum, ið komu inn í skipanina í ár. So tey allarflestu koma bara inn at venda, áðrenn tey fáa eitt arbeiði aftur, sigur Magni á Deild Olsen.

Eingin vági
Hóast ALS ikki hevur nakað yvirlit yvir hvørjar vinnugreinar hava serliga stóran eftirspurning eftir arbeiðsmegi, so vísir Magni á Deild Olsen á, at tað ber til at gera sær eina meting við at hyggja eftir teimum starvslýsingum, ið eru at finna á starv.fo.

- Vit vita tað, at innan byggivinnuna, eldrarøktina, barnaansingarøkið og ferðavinnuna er tað torført at fáa fólk. Tað er kanska serliga innan hesi fýra økir, at tørvurin er størstur, men hann er allastaðni, tá arbeiðsloysið er so lágt. Sjálvt bensinstøðirnar hava trupult við at fáa fólk, sigur stjórin í ALS.

Tá tað ikki tykist at vera stórvegis trupulleiki hjá einum arbeiðsleysum at finna eitt nýtt starv, hava tey í ALS lagt merki til eitt nýtt rák á arbeiðsmarknaðinum. Fólk eru vorðin djarvari og tora nú sjálvi at venda ryggin til eitt arbeiðspláss.

- Tað er ein sannføring millum fólk um, at man fær eitt arbeiði aftur, tá man vil hava tað. So um man er onkrastaðni har man ikki trívist ella bara vil royna okkurt annað, so er tað ikki ein serliga stórur vági at siga seg úr starvi, sigur Magni á Deild Olsen og leggur afturat.

- Í ringum tíðum eru tað fá, ið siga seg úr starvi, men tað vit síggja nú er, at tað eru lutfalsliga fleiri, ið sjálvi siga seg úr starvi.

229 arbeiðsleys
Hendan dagin vit tosaðu við Magna á Deild Olsen vóru í alt 229 arbeiðsleys í skipanini hjá ALS. Tað talið er faktiskt ikki so langt frá talinum av leysum størvum.

- Á starv.fo eru einar 100 starvslýsingar, harav fleiri størv eru í einari lýsing. So tað eru eini 120 størv leys. Samstundis eru tað í verandi løtu 229 arbeiðsleys í skipanini. Men tað merkir ikki, at hesi 229 fólkini bara kunna fara í hasi 120 størvini á starv.fo. Hevði tað bara verið so einfalt, so høvdu tey gjørt tað. Men tað eru nógv atlit at taka, sigur Magni á Deild Olsen og leggur afturat.

- Tað verður altíð onkur, ið ikki fær eitt arbeiði, tí tey til dømis hava ikki tann profilin, ið søkt verður eftir. Tað eru øgiliga nógvar orsøkir til, at ein persónur er arbeiðsleysur. Vit royna at vegleiða teimum til eitt starv, ið tey ynskja sær ella síggja seg sjálvi í. Tað vit ikki gera, er at trýsta tey í eitt starv, ið tað ikki gevur meining hjá teimum at vera í.

Suðuroyggin og Suðurstreymoy
Suðuroyggin hevur í mong ár verið millum tær oyggjar í Føroyum við hægsta prosenttalinum av arbeiðsleysum. Tað er eisini støðan í løtuni, men lága arbeiðsloysið í Suðurstreymoy hevur kortini ført til eina heilt serliga støðu.

- Tað sum er heilt serligt er, at beint nú eru 81 fólk í skipanini hjá okkum, ið búgva í Suðurstreymoy, meðan vit hava 67 fólk við heimstaði í Suðuroynni. Tað vil siga, at talið av arbeiðsleysum í Suðurstreymoy er næstan tað sama sum í Suðuroynni, hóast tað búgva seks ferðir fleiri fólk í Suðurstreymoy. Tað hava altíð verið nógv fleiri arbeiðsleys í Suðurstreymoy enn í Suðuroynni, hóast prosenttalið hevur verið størri í Suðuroynni, men nú er talið um tað sama, vísir stjórin á.

Hædd skal tó takast fyri, at ein av orsøkunum til relativt høga talið av arbeiðsleysum í Suðuroynni er, at eitt sláturvirkið á oynni hevur ligið stilt í eina tíð.

- Tá tey 30 fólkini, ið hava starvast har, fara aftur til arbeiðis á sláturvirkinum verður tað uppaftur færri arbeiðsleys á oynni og í Føroyum, sigur Magni á Deild Olsen.

Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysi, ið til ber at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.