Verður asfalterað millum Vág og Lopra

Tá munnligir fyrispurningar vóru fyri í tinginum í síðstu viku, setti Henrik Old, løgtingsmaður, Finnboga Arge, landsstýrimanni fyrispurning um vegin millum Vág og Lopra

Eirikur Lindenskov


Henrik Old segði, at vegur ongantíð er gjørdu rættuliga liðugur, og at nú var illa koyrandi eftir vegnum. Hann segði, at arbeiðð við at spreingja við Núpin eisini hevði elvt til, at vegurin ongantíð varð gjørdur liðugur, m. a. vantar ovasta lagið av asfaltinum.

Men loysn er nú í ljósmála. Finnbogi Arge svaraði, at hetta vegastrekkið verður tað fyrsta, sum Landsverkfrøðingurin fer undir, tá teir aftur fara at asfaltera fyrst í meimánaði.