- Verður ikki lættari hjá gomlum dreingjum at fáa konu

Umsóknir um uppihaldsloyvi skulu framyvir viðgerðast í Føroyum, men tað merkir ikki linari treytir.

- Also tað er ikki so, at nú kunnu allir gamlir dreingir fara til Thailands at fáa sær konu við heim og hon fær uppihaldsloyvi uttan nakað, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, nú tann parturin av útlendingaøkinum, sum umræður familjusamanføring, uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi og annað verður yvirtikin í næstum.

 

Tvørturímóti verða treytirnar herdar, nú økið kemur á føroyskar hendur. Tí við kunngerð fer landsstýrið at seta tær treytir, sum man metir skulu setast fyri tey, sum skulu sleppa til Føroya í ymsum samanhangum.

 

Les eisini: Partur av útlendingaøkinum á føroyskar hendur

 

Uttanríkisráðið skrivar í dag, at í fyrsta umfari verða reglurnar fyri innferð og uppihald í Føroyum ikki broyttar, men tað verður ásett, at føroyskir myndugleikar í eini komandi løgtingslóg um integratión kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at viðkomandi útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar og tískil skulu lúka málslig krøv umframt hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur.

 

Men hvat merkir tað í veruleikanum?

 

 

- Vit fara at arbeiða eftir sama leisti, sum tað verður gjørt í øðrum londum, har man setir treytir so, at eitt hjúnalag ikki verður brúkt sum eitt skálkaskjól. Tú skalt hava liva saman í eina hóskandi tíð, har vera nakrar treytir, sum skulu vísa, um tað er eitt natúrligt parlag ella ikki. Tað verður ikki so, at allir gamlir dreingir nú kunnu fara til Thailands at fáa sær konu og hon far bara uppihaldsloyvi. Tað vera enn reglur galdandi her, sama sum aðrastaðni, sigur landsstýrismaðurin.

 

Í spurninginum um arbeiðsloyvi eru eisini treytir, so sum at arbeiðsloysi skal vera niðanfyri eitt ávíst mark, tá ið tú skalt hava útlendska arbeiðsmegi inn.

 

Les eisini: Hetta hava føroyingar yvirtikið í hesum valskeiðinum

 

- Størsti fyrimunurin við hesum er, at vit nú fara frá at vera ein uttanfyristandandi hoyringspartur í slíkum málum, til at vit kunnu fara inn og skjótt avgreiða mál um arbeiðsloyvi og annað, sum hava týdning fyri arbeiðsmarknaðin í Føroyum, fyri einstakar føroyingar og fyri til dømis ítróttarfeløg og annað, vísir landsstýrismaðurin á.

 

Í dag er økið skipað soleiðis, at tað eru danskir myndugleikar, sum viðgera umsóknir um arbeiðsloyvi, uppihaldsloyvi, lestrarloyvi og annað í Føroyum, og føroyska útlendingastovan fungerar sum ein hoyringspartur.

 

- Tá vit so geva okkara tilmæli til danskar myndugleikar, so fáa vit einki at vita um, hvat svar varð givið til umsóknina, og vit vita heldur ikki um okkara tilmæli er fylt, sigur Poul Michelsen.

 

Hann blankt afturvísir teimum atfinningum, sum áður hava verið um hendan spurningin – nevniliga, at vit eru eitt ov lítið land til at megna at umsita eitt so stórt málsøki, sum útlendingamál er.

 

- Eingin er minni, enn hann ger seg sjálvan. Eg havi verið í uttanríkisráðnum í trý og eitt hálvt ár. Í dag fungerar økið væl, og tað sigur seg sjálvt, at tekur tú støðu til slík mál út frá, um tað er títt systkinabarn sum søkir ella hvat tað skal vera, so ert tú ikki egnaður til starvi, og so skalt tú ikki vera har. Sjálvandi klára vit hetta, sum øll onnur, sigur landsstýrismaðurin.