Verður kalt alt vikuskiftið

Køld luft við vetrarælum streymar inn yvir Føroyar av norðri. Leygarkvøldið og sunnudagin fer eitt lágtrýst á veg í ein eystan fram við beint norðan fyri Føroyar og tað verður nakað mildari. Týsdagin fer ein hátrýstsryggur nærindis Føroyum spakuliga í ein eystan, meðan eitt veikt brúgvalag úr vestri fer framvið mikudagin.

 

Leygarmorgunin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, sum makar niður í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Rættiliga skýggjað, men yvirhøvur turt og seinnapartin regn ella vátaslettingur av vestri. Hitin millum 2 og 4 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, og hitin veksur í 5 til 8 stig, tað verður fyri tað mesta skýggjað og regn ella sirm.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum um náttina spakuliga makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Ælaveður, sum frá líður møguliga vátaslettingur ella kavi, men eisini onkrir sólglottar. Seinni yvirhøvur turt og klárt. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og seinni ymsum ættum, 3 til 8 m/s, turt og sólin sær. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin fer úr 2 til 4 stig upp í millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin veðrur andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Stundum regn ella ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 2 og 7 stig.