Húsabygging
Nú fer tað kanska at vera væl dýrari at byggja sær hús. Samstundis fer tað eisini at verða væl dýrari at umvæl síni egnu hús.
Orsøkin er, at nú skulu fólk kanska eisini betala mvg av arbeiðslønum til at byggja hús og til at umvæla hús.
Landsstýrið er farið undir eitt rættiliga umfatandi arbeiði at broyta lógirnar um mvg, punktgjøld og øll onnur gjøld til landskassan.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at endurskoða allar lógir, sum hava við mvg og avgjøld at gera.
Endamálið er at gera mvg og punktgjøld meiri brúkaravinarlig, segði landsstýrið, tá ið arbeiðsbólkurin varð settur.
Men av tí, at samgongan ætlar at fremja skattalættar er endamálið við at endurskoða avgjøldini hvørki at fremja lættar ella at útvega landskassanum fleiri inntøkur.
Tí vóru boðini frá landstýrismanninum í fíggjarmálum til arbeiðsbólkin, at tilmælini skulu helst verða útreiðsluneutral,
Dýrari at byggja hús
Arbeiðsbólkurin sigur, at Føroyar eiga at halda seg til eitt meirvirðisgjaldslóg við so breiðum avgjaldsgrundarlagi sum gjørligt. Sama avgjald eigur at vera á øllum vørum og tænastum fyri at lætta um umsitingina og undan-tøk eiga í høvuðsheitunum ikki at verða gjørd, tí tey máa støðið undan mvg lógini.
Eitt, sum arbeiðsbólkurin mælir til, er at leggja uppskot fyri Løgtingi sum skjótast um at strika undantakið um, at mvg ikki skal gjaldast av lønum til bygging og umvæling av egnum bústað
Men samstundis eiga punktgjøldini á hvítvørum, radiotólum, sjónvarpstólum, lampum og parfumu at verða strikað.
Arbeiðsbólkurin metir, at tað fer at kosta landskassanum 26 milliónir um árið at
strika punktgjøldini á hvítvørum, radiotólum, sjónvarpstólum, lampum og parfumu.
Men samstundis fer tað at geva landskassanum 30 milliónir um árið at mvg nú skal gjaldast av arbeiðslønum til bygging um umvæling avegnum húsum.
50.000 - 100.000 krónur dýrari
Verður hetta tilmælið fylgt, fer tað at gera tað einar 50.000- 100.000 krónur dýrari hjá einum húski at seta fót undir egið borð við at byggja sær síni egnu hús. Samstundis fer tað eisini at verða dýrari at umvæla hús.
Tá ið arbeiðslønir í sambandi við húsabygging um umvæling vórðu frítiknar fyri mvg, var ein grundgeving, at tað fór at minka um svart arbeiði.
Nú mvg aftur skal leggjast á hetta, stúra eygleiðarar fyri, at tað aftur fer at økja um svart arbeiði, tí nú fer tað at verða 25% dýrari at fáa timburmenn, elektrikarar og rørleggjarar og tí fer trýstið á fólk um at arbeiða svart at veksa munandi.
Endamálið var eisini at hjálpa sethúsaeigarum við at lækka kostnaðarstøðið og soleiðis seta gongd aftur á virksemið í landinum.
Arbeiðsbólkurin sigur, at hetta undantakið hevur verið sera trupult at umsitið, bæði fyri vinnu og umsiting.
? Vinnan hevur fleiri ferðir víst á hesar trupulleikar. Undantakið skapar eisini nógvar skeivleikar, tí tað fevnir bert um privatar húsaeigarar.
Tey, sum selja hús, duga illa at meta um, hvørja ávirkan tað fer at fáa, um tað nú verður dýrari at byggja hús.
Tá ið fólk skulu seta búgva, viga tey fyri og ímóti, hvat loysir seg best, at byggja ella at keypa eini gomul hús.
Fer tað at dýrka at byggja hús, kann tað hugsast at økja eftirspurningin eftir gomlum húsum, sum sostatt kanska eisini fara at dýrka. Tað kann eisini gera sítttil, at varðveita prísstøðið á gomlum húsum so at tey í hvussu so er ikki fella í virði.
Tey, sum hava ans fyri slíkum viðurskiftum ivast kortini í, um tað fer at síggjast so nógv aftur í prísinum, at punktgjøld á hvítvørum, radio-og sjonvarpstólum o.s.fr., skulu lækka.
Keldur, sum kenna til brúkaraviðurskifti siga, at øll handilsfólk skulu ikki skerast yvir ein kamb, men tað er mangan so, at tá ið avhjøld lækka, so lækka prísirnir ikki heilt so nógv sum avgjaldið lækkar. Tvørturímóti brúka handilsfólk hetta høvi til at seta vinningin eitt sindur upp, so at avgjaldið bara lækkar eitt sindur.
Hetta ger seg serliga galdandi, har lítil kapping er. Men har kappingin er hørð, eitt nú ímillum tey, sum selja hvítvørur og radio- og sjónvarpstól, er størri møguleiki fyri, at avgjaldslækkingar koma at sláa fult ígjøgnum- men trygd er ongin.
Ongin avgerð tikin
Tað er ongin avgerð tikin enn um, hvussu mvg og onnur avgjøld skulu broytast.
Tað leggur Bárður Nielsen dent á.
Hann sigur, at sostatt er heldur ongin avgerð tikin um at mvg skal gjaldast av arbeiðslønum í samband við at byggja og umvæla sethús.
Hann sigur, at talan er bara um eitt ógvuliga umfatandi og nágreiniligt arbeiði, sum ein arbeiðsbólkur hevur lagt úr hondum við tí fyri eyga at gera mvg og avgjøld einfaldari at umsita, rímiligari og meiri tíðarhóskandi.
Úrslitið hjá arbeiðsbólkinum skal nú til hoyringar hjá nógvum ymsum feløgum, felagsskapum, bólkum og øðrum áhugamálum.
Tá ið tey hava svarað, verður alt savnað saman og so verður málið tikið upp til politiska viðgerð í samgonguni.
Fyrrenn tann viðgerðin er liðug, er ómøguligt at siga nakað um, hvat úrslitið verður, men tað skulu allir vansar og allir fyrmunir vigast upp ímóti hvørjum øðrum, áðrenn støða verður tikin, sigur hann.