Verður landsrættardómari

1. apríl tekur advokaturin Anfinn V. Hansen við sum dómari í Eystara landsrætti, men bara í tríggjar mánaðir. Hann er fyrsti føroyski advokaturin, sum roynir hetta tilboðið

Í 20 ár hevur Anfinn Vitalis Hansen arbeitt sum advokatur í Føroyum, og hann hevur leingi hugsað um at roynt okkurt annað eina tíð.
Í fjør datt hann yvir eina grein um, at landsrættirnir hava eina serliga skipan, soleiðis at advokatar í eitt tríggjar mánaða skeið fáa høvi at royna seg sum dómara í landsrætti.
- Eg sá hetta, søkti, og longu í fjør fekk eg boðini um at byrja 1. apríl, sigur Anfinn V. Hansen.
Hann væntar at læra ein hóp sum landsrættardómari.
Anfinn V. Hansen heldur, at hann er fyrsti føroyski advokatur, sum roynir hetta.
- Eg havi arbeitt líka síðan 1992 arbeitt út i eitt sum advokaturin, og tí er tað upp á tíðina, at eg royni okkurt annað. Aðrir hava verið í farloyvi og hava verið til skips, og onkur hevur verið burturi og lisið, sigur Anfinn V. Hansen.

Sunt at fara í farloyvi
Hann væntar, tað verður gott fyri virki hansara, at hann fer í farloyvi nú. Í fjør var hann í farloyvi í ein mánað og vendi aftur til sítt yrki við fullari styrki. Hann væntar, at tað sama verður, tá ið hann kemur aftur eftir at hava verið landsrættardómari í tríggjar mánaðir.
Familjan flytir ikki við honum til Danmarkar, tí tey hava ein son, sum gongur í fólkaskúlanum. Tríggir mánaðir er tó ikki so long tíð.
Anfinn V. Hansen er verji hjá manninum, sum situr varðhaldsfongslaður fyri at hava tiki lívið av Dánjal Peturi Hansen. Tað hevur ongan týdning, at verjin fer í farloyvi, tí Anfinn V. Hansen veit, at málið ikki kemur fyri rættin, fyrr enn hann kemur heim aftur.
Ein advokatur, sum hevur verið landsrættardómari í tríggjar mánaðir, kann søkja um at fáa skeiðið longt, men Anfinn V. Hansen hevur ongar ætlanir um at gera tað. Kanska onkuntíð seinni heldur hann.