Verður møguliga rikin til Havnar

Tað stendur einki serligt til at fáa bátar út til grindina, ið liggur í Vágafirði, nú fólk royna at koma fyri seg eftir ólavsøkuna. Ein bátur er tó á veg út til grindina, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.


- Tað gongur illa, men ein bátur er á veg út. So vit vita ikki nakað serligt enn, men tað rekur suður, so vit fara møguliga at royna at fáa hana inn á Havnina. Støða verður tó fyrst tikin til tað, tá ið báturin er komin til grindina, sigur Finnbogi Midjord.


Tað var fyri umleið einum tíma síðan, at ein grind bleiv funnin út fyri Syðradal í Streymoynni. Sýslumaðurin upplýsti tá, at talan er um eina stóra grind og at tað vóru fólk á landi, ið funnu hana.