Verður noydd at snara lyklinum

Gisleyg Dahl Bonde væntar, at hon letur Hondarbeiðsbúðina aftur, nú hon ikki fær endurgjald frá tryggingini fyri oljulekan í Tróndargøtu

Enn ein søguligur handil í Havnargøtum er um at fara í søguna.

- Endin verður, at eg má selja vøruna til niðursetta prís og síðani snari er um, sigur Gisleyg Dahl Bonde, sum hevur rikið Hondarbeiðsbúðina í Tróndargøtu í skjótt 25 ár.

 

Orsøkin er, at Tryggingarfelagið Føroyar ikki vil geva henni nakað endurgjald fyri vøruna, sum stóð í handlinum, tá oljuleki herfyri rakti húsini í Tróndargøtu.

 

- Her var ikki inniverandi, so ramur var lukturin av olju, sigur Gisleyg Dahl Bonde, sum stutt eftir at lekin var staðfestur, lat handilin aftur.


Stóð tríggjar vikur í oljudunsti

- Vit spurdu fleiri ferðir, eftir at vit máttu lata handilin aftur, um teir ikki fóru at flyta vøruna úr handlinum, men har hendi einki. Ikki fyrr enn arbeiðsmenn komu, tríggjar vikur seinni, at brekka gólvið upp, bleiv vøran hjá okkum flutt. Teir fluttu sostatt ikki vøruna fyri at bjarga henni, men fyri at fáa pláss at arbeiða í.

 

- Tryggingin sigur, at vøran er ok, men tað kann eg ikki brúka til nakað. Eg kann ikki selja vøru, sum eg ikki eri vís í er heilt í lagi, fyri fullan prís, sigur hon. Trupulleikin er, at sum nú er, berur hon sjálv tapið.

 

- Eg veit ikki, um teirra nøs er betri enn aðrar nasar, men eg fái so einki endurgjald frá tryggingini, sigur hon.

 

Fer allarhelst at lata handilin aftur

Talan er um stór virði tilsamans og Gisleyg Dahl Bonde óttast, at tað fer at forkoma handlinum.

- Eg kann ikki siga, um vøran feilar nakað ella ikki, tí tað veit eg ikki, men eg veit, at mínir kundar eru kvalitetsbevístir. Eg kann ikki selja teimum vøru, sum hevur verið útsett fyri slíkum oljudunstið í tríggjar vikur fyri fullan prís. Endin verður, at eg má selja vøruna fyri niðursettan prís og avleiðingin av tí verður, at eg snari um, tá tað er yvirstaðið. Eg fái ikki keypt nýggja vøru, tá eg ikki fái fullan prís fyri hesa, sigur Gisleyg Dahl Bonde.

 

Um várið eru mong, ið byrja at fyrireika føroysku klæðini til skúlaveitslur og ólavsøku. Mong bíleggja tá nýtt toy frá Hondarbeiðsbúðini, men í ár hevur Gisleyg Dahl Bonde brotið nógvar avtalur, og tað iðrar hon seg um.

- Nógv teirra havi eg snýtt, tí eg ikki kundi hava álit á hesi vøruni. Fleiri teirra avbestiltu, tí tey ikki kundu bíða, meðan onnur hava bíðað. Tað eru tó serliga vestar, fyri- og turrikløð, sum tað strandar upp á nú. Har eru fleiri ordrar, men eg kann ikki selja hesa vøruna fyri fullan prís. Selji eg einum manni ein vest, so veit eg ikki, um hann kemur aftur við vestinum um tveir mánaðir, tá hann hevur verið í brúdleypi og sveitta og dansa og oljulukturin so er komin aftur.

 

Hon sigur, at ein tógvhandil í Eysturoynni eisini var úti fyri einum oljuleka. Eigarin av tí handlinum hevur fortalt Gisleyg Dahl Bonde, at sjálvt tvey ár eftir lekan søgdu fólk, at tey enn luktaðu olju úr tónum, sum hon var noydd at selja til niðursettan prís.

 

Eingin hjálp frá Tryggingarfelagnum

Nú er vøran komin aftur í handilin, men Gisleyg Dahl Bonde er ikki nøgd við framferðina hjá Tryggingarfelagnum.

- Eg eri sloppin inn aftur og hølini eru gjørd í stand, men tryggingin hevur bara dumpað vøruna á gólvið og vit mugu tí seta hana upp á pláss sjálvi. Vøran kom aftur í handilin 26. mai og tá væntaði eg, at tey fóru at byrja at pakka út dagin eftir. Einki hendi, so vit ryktu eftir svari, men ikki fyrr enn 7. juni, tveir vikur seinni, fingu vit boð, umvegis sakførara okkara, at vit máttu sjálvar pakka vøruna út aftur, sigur hon.

 

Tað var drúgt arbeiða at pakka vøruna, men verður hvaðna drúgvari at seta vøruna upp á pláss aftur.

- Fólk frá tryggingini arbeiddu í fimm dagar við at pakka vøruna. Hvussu skulu vit, eg eri farin um tey 70, starvsfelagin um tey 80, megna hetta, spyr hon og sigur, at talan er um 73 flytikassar umframt nógvar plastsekkir fullar av tógvi og toy.

 

Hon harmast um, at hetta málið skal raka Hondarbeiðsbúðina so meint, tá hon ikki er partur í málinum. Hon fer tó at reisa eitt endurgjaldskrav fyri mista arbeiðsinntøku, tí handilin hevur verið afturlatin í tveir mánaðir nú.

 

 

Hondarbeiðsbúðin lat upp í 60’unum á Glade Hjørn. Fyri nærum 25 árum síðani keypti Gisleyg Dahl Bonde handilin. Fyrst helt hann til í Dr. Jakobsensgøtu, men seinastu gott og væl 10 árini hevur handilin verið í Tróndargøtu.