Verður sitandi í varðhaldinum

Ein maður, sum varð varðhaldsfongslaður fyri at hava brúkt knív á Tvøroyri, skal sita í varðhaldinum fýra vikur afturat Maðurin bleiv tikin á Tvøoyri tíðliga ein morgunin fyrst í august, eftir at hann hevði skorið ein annan mann í andlitið og annað lærið. Hann bleiv varðhaldsfongslaður til 31. august, men rætturin hevur nú longt varðhaldsfongslingina fýra vikur afturat.

Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at kanningarnar í málinum eru ikki lidnar. Millum annað bíðar løgreglan eftir tekniskum kanningum, sum verða gjørdar í Danmark.

Maðurin, sum er miðskeiðis í 40-unum, hevur kært avgerðina til landsrættin, sum ikki hevur tikið støðu til málið enn. Maðurin noktar seg sekan.