Verður skuldsettur fyri óviljað manndráp

Danski hermaðurin, sum skjeyt tann 21 ára gamla starvsfelagan Morten Krogh Jensen í Camp Bastion-leguni í Afghanistan, verður skuldsettur fyri óviljað mannadráp -Halda prógvini í málinum, kemur tann 22 ára gamli hermaðurin fyri rættin í Danmark, og revsiramman í hansara máli er tann sama sum í øðrum slíkum málum, sigur Peter Otken hjá donsku herleiðsluni við Ekstrablaðið.

Tann 22 ára gamli hevur ikki verið tænastu síðani vanlukkuna, men hann situr kortini ikki í varðhaldi.

Sambært fjølmiðlunum løddi tann 22 ára gamli hermaðurin eina maskinbyrsu og siktaði eftir Morten Krogh Jensen. So gingu nøkur skot av, og hóast skjóta læknahjálp doyði Morten Krogh Jensen løtu seinni.

Sambært reglunum er tað strangliga bannað at løða vápn inni í hermannalegunum í Afghanistan.