Verður turt á Tórsvølli

Veðrið batnar út á kvøldið, siga veðurstovurnar.

Danska veðurstovan DMI og norska Yr eru samdar um, at veðrið fer at batna út á dagin.

 

DMI sigur, at hann út á seinnapartin makar vindin niður í 8 til 13 m/s av útsynningi, umframt at tað verður turt og onkur sólglotti.

 

Yr sigur, at tað slítur í longu á miðdegi í Havnini og heldur sær turt. Seint seinnapartin verður grátt, men onkur sólglotti verður eisini seinni í kvøld. Yr væntar einki avfall, og eini 9 til 11 m/s av útsynningi vestan.

 

Íslenska veðurstovan Belgingur ávarar tó um, at tað møguliga fer at sirma eitt sindur undir dystinum. Annars sigur hon tað sama sum hinar, eini 9 til 10 m/s av útsynningi.