Verandi útbjóðing góð

Jan Müller


-Tað varð skeivt ikki at lata oljufeløgini bjóða pengaupphæddir uppá boriloyvini, sum nú eru latin. Hetta segði formaðurin í Búskaparráðnum, Herman Oskarsson við Útvarp Føroya í farnu viku. Hann heldur tí, at næstu ferð, tá oljuteigar aftur verða bodnir út um eini seks ár, eigur hetta at verða gjørt við veruligari marknaðarútbjóðing.

Hann sigur hetta í sambandi við orðaskifti, sum hevur tikið seg upp um, at tað er ikki rætt, at einstaklingar, sum fáa fiskidagar tillutaðar frá tí almenna ókeypis kunnu selja teir víðari til onnur fyri okursprís og harvið ríka seg upp.

Herman Oskarson heldur ikki tað er rætt, at samfelagið letur rættindi til fiskatilfeingi, aliloyvi ella oljuloyvi fyri einki til persónar ella feløg. Talan er um at selja fyrstsahondsrættindi til ymisk sløg av tilfeingi. Talan kann einsvæl vera um vatn úr undirgrundini sum olju, aling ella fisk.

Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, hvørja viðmerking hann hevur til úttalilsini um oljuútbjóðingina. ? Eg skilji ikki rættuliga, hvat tað er, sum formaðurin í Búskaparráðnum mælir til. Tí tað vit hava gjørt í útbjóðingini er ein samanseting av ymsum viðurskiftum, sum eru til størst gagn fyri Føroyar og føroyingar. Tvs. partafelagsskatt, framleiðslugjald og serskatt umframt onnur krøv til loyvishavararnar. Tað hann tosar um er rein auktión av loyvum. Løgmaður heldur, at annað enn at halda eina auktión kann gagna Føroyum í sambandi við útbjóðing til oljuleiting.

? Tað kunnu vera onnur element, sum tala fyri eini positivari ávirkan í samfelagnum ? at tað eru tikin onnur atlit enn júst krónu og oyru í eini auktión. Tí haldi eg, at tey loyvini, sum eru givin, eru avvegað á ymsan hátt. Tað er eisini tað, sum okkara serfrøðingar hava mælt okkum til sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.