Verða hildin fyri tað turra spott

Giftir pensjónistar sum arbeiða, verða revsaðir so hart at tað er láturligt. Tað er nógv bíligast hjá teimum at skiljast

Pensjónistar sum eru giftir, men sum eisini arbeiða, verða revsaðir so hart at tað er láturligt.  Tað er nógv bíligast hjá teimum at skiljast og halda fram at búgva saman.


Tað staðfestir Kári Petersen, búskaparfrøðingur, í kjaki á Rás2 um pensjónir.

Nú Annika Olsen hevur sett sjøtul á arbeiðið at fáa eina nýggja pensjónsskipan, loyva vit okkum at tríva aftur í okkurt av tí, sum var ført fram í kjakinum, tí hóast tað er nakað síðani, er støðan einki broytt.

 

Trøini veksa ikki inn í himmalin staðfestir Annika Olsen. Talið á pensjónistum tvífaldast og talið á teimum sum arbeiða, fylgir ikki við.

- Tí má kakan býtast øðrvísi. Vit kunnu ferðast á luksuskassa í eini 20 ár afturat, men so er vandi fyri, at vit mugu smekka lokið á kassan og ásanna, at vit hava ikki ráð til fólkapensjónina, sigur Annika Olsen.

 

Kári Peteren hevur verið við til at gera eitt upplegg um eina framtíðar eftirlønarskipan.

Hann vísir á, at giftir pensjónistar, sum arbeiða, verður revsaðir so hart, at tað láturligt og tað er næstan orsøk til at skiljast.

 

Les eisini: Neyðugt at brandskatta føroyingar í framtíðini

 

Ein stórur trupulleiki, sum full semja er um at broyta, er, at tey, sum arbeiða, ikki skulu missa so nógv í pensjónini, sum tey gera nú

 

Teir pensjónistar sum arbeiða og forvinna yvir 60.000 krónur, rinda eisini 60 prosent í skatti.

 

Tað merkir, at fyri hvønn hundraðkrónuseðil, ein pensjónistur tjenar yvir 60.000 krónur um árið, rindar hann 60 krónur í skatti.

Og tann, sum arbeiðir og forvinnur yvir 60.000 krónur afturat pensjónini, missur 86 prosent av tí í skatti og mótrokning í pensjónini.

- Teir pensjónistar sum arbeiða verða hildin fyri tað turra spott sigur Kári Petersen.

 

Eitt uppskot verður viðgjørt, nú vit skulu hava eina nýggja pensjónsskipan, er, at

Onki skal takast av pensjónini fyri tær fyrstu 30.000 krónurnar ein pensjónistur forvinnur afturat pensjónini.

Men fer hann upp um 30.000 í inntøku, skal hann ongantíð missa meiri enn 30 prosent.

 

Eitt annað uppskot er at skilja viðurskiftini fullkomiliga at, so at inntøkuviðurskiftini hjá einum hjúnafelaga skula aldrin ávirka viðurskiftini hjá hinum hjúnafelaganum.

 

Endamálið er at eggja fólki at arbeiða. Fólk skulu kunna arbeiða so leingi tey hava hug og orka, uttan at verða dripin og skatti og skerdari pensjón.

 

Samstundis varð ført fram, at tað ein skeivleiki í pensjónsskipanini, at eini hjún, sum eru pensjónistar, fáa tilsamans einar 17.000 krónur í pensjón, men tveir stakir pensjónistar sum búgva saman, fáa tilsamans 20.000 krónur í pensjón.

- So lata giftir pensjónistar seg skilja, men halda fram at búgva saman, fáa teir 3.000 krónur meiri um mánaðin í pensjón.