Verður gott at sleppa avstað aftur

- Tað gongur nú á áttanda mánaði, síðan vit komu aftur av hesum seinasta túrinum, tá Slættaberg sigldi á okkum, sigur Símun úr Vátutoft.

Símun í Vátutoft fór fyrstu ferð umborð á garnaskipið Ågot hin 11. juli í 1994 og hevur verið knýttur at skipinum í fleiri umførum og í fleiri ár tilsamans síðan tá.

 

Hann var eisini við Ågot, tá skipið hin 25. februar í ár fekk stóran skaða við bryggju í Klaksvík, tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi kúlustevnið inn í stýriborðssíðu á garnaskipinum.

 

Feigdartúrin - dagin fyri allahalgannadag í 1999 - tá skiparin, 35 ára gamli Pól Eyðfinn Poulsen, læt lív umborð, tá skipið fekk ein stóran sjógv, var hann eisini ein av manningini.

 

- Tað gongur nú á áttanda mánaði, síðan vit komu aftur av hesum seinasta túrinum, tá Slættaberg sigldi á okkum.

 

Símun í Vátutoft sigur, at nú skjótt verður klárt at loysa aftur, fer hann við aftur Ågot.

 

Síðan í januar í fjør hevur hann siglt sum kokkur við Ågot. Annars hevur hann bæði siglt sum dekkari og í sínari tíð eisini við undantaksloyvi sum stýrimaður við sínum dugnaskapsprógvi og ymisku skeiðunum, sum hann hevur.

 

- Jú, tað verður deiligt at sleppa avstað aftur. Hetta hevur verið ein long bíðitíð. Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar eftir óhappið vóru vit tryggjaðir við mynstuløn, sum er umleið 900 krónur um dagin.

 

Meðan Símun í Vátutoft hevur bíðað eftir skipinum, hevur hann eisini verið onkrar túrar við øðrum línuskipum, eitt nú við Núpi og Pison.

 

- Vit høvdu eina góða, raska og dugnaliga manning við Ågot, har allir eru føroyingar, og eg vóni, at fleiri av teimum, sum vóru við, koma við aftur, tá loyst verður aftur, sigur hann.