Eitt lágtrýst í ein útsynning úr bretsku oyggjunum fer í ein landnyrðing móti Skotlandi og síðani víðari móti Skandinavia. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer væntandi at náa Føroyar fríggjadagin. Um vikuskiftið streymar køld luft yvir Føroyar av útnyrðingi og vestri.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, undir 5 metrar um sekundið. Skýggjað, támut og í støðum mjørki, men kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Í kvøld og í nátt verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum øtlar til gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað, men turt og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein landnyrðing og veksur til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 8 og 12 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landnyrðingi og norði, 8 til 13 metrar um sekundið. Seinni snarar hann í ein útnyrðing og makar vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men sum frá líður klárar hann í og tað slítur í. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í fimm stig.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á og hitin um 10 stig.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í eitt stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið, av eystri og landnyrðingi. Skýggjað og stundum regn ella ælingur. Hitin um 10 stig.