Verforeldrini fingu 10 ára fongsul

Verforeldrini og svigarinnan hjá einari ungari afghanskari kvinnu hava fingið 10 ára fongsulsrevsing fyri ágang ímóti kvinnuni. Dómurin er fallin í afghanska hægstarætti.

Søgan um ta 15 ára gomlu Sahar Gul skelkaði heimin, tá gentan varð funnin í kjallaranum hjá manni sínum í desember í fjør. Har hevði hon verið sum fangi í eitt hálvt ár, og hesa tíðina høvdu verforeldrini, svigarinnan og onnur í familjuni hjá manninum sligið hana, brent hana og togað neglirnar av fingrum hennara.

Afghanski kvinnufelagsskapurin "Women for Afghan Women", sum hevur hjálpt gentuni við rættarmálinum, er ikki nøgdur við revsingina. Felagsskapurin heldur, at 10 ára fongsul er alt ov lítið at geva teimum, sum næstan píndu gentuna í hel.

Harðskapur ímóti kvinnum er ein stórur trupulleiki í Afghanistan. Bretski hjálparfelagsskapurin Oxfam vil vera við, at 87 prosent av kvinnunum í Afghanistan eru fyri likamligum, sálarligum ella kynsligum ágangi, eftir at tær eru tvingaðar í hjúnarlag.

Maður Sahar Gul, sum hon bleiv tvingað at giftast við, er ikki tikin.