Verið góð við Kringvarpið

Tíðargrein:

Politiska niðurbræðingin av Kringvarpi Føroya er eitt djúptøkið afturstig fyri fólkaræðið og fyri mentanarpolitiska stevnu og tjóðarbygging. Eitt kringvarpsgjald umvegis skattin hevði givið fíggjarligt grundarlag til at sett mentanarpolitisk krøv til kringvarpið og hevði samstundis lætt um hjá teimum lægstløntu.

 

Tá ið tú hoyrir orðaskiftið um kringvarpsgjald, tykist tað sum Kringvarp Føroya eigur ongan góðan. Mong fólk eru sera ónøgd og meta tað sum óneyðuga byrðu at gjalda til eitt kringvarp, sum tey eftirhondini virða lítið.

 

Og politiski meirilutin, sum nú er endurskaptur, heldur fram í sama lag sum undanfarnu 4 árini við sínum víðskygda mentanarpolitikki: “Samgongan er samd um onki at gera!” Og hetta hóast útvarp og sjónvarp vórðu smekkaði saman av sama meiriluta, uttan at nøkur politisk uppfylging hevur verið yvirhøvur.

 

Hendan politiska líkasælan brýtur niður tað, sum hevur kostað ótrúlig tøk at byggja upp. Alment fíggjaðu miðlarnir eru eftir mínum tykki sjálvt infrakervið fyri eitt fólkaræði og eina mentan, sum vil menna seg og ikki fána burtur í smáligheit, nalvaskoðan, fordómum og undirbrotligheit.

 

Bragdið í Norðuratlantshavi

Tað er eitt ófatiligt bragd, at tað hevur eydnast at byggja eina tjóð her mitt í sjónum. Og tað er uppaftur størri bragd, at tað eydnaðist – ikki at varðveita, sum ofta verður sagt – men at menna og støðugt endurnýggja føroyskt mál og føroyska mentan í nútímans samfelagnum.

 

Hetta er burturav teirri mentanar- og sjálvræðisrørslu fyri at takka, sum við einum víðskygdum altjóða sjónarringi setti sær sum mál, at føroyskt mál og føroysk mentan kundu bert liva og mennast, um tey vórðu nýtt og ment í øllum pørtum av nútímans samfelagnum og í samskifti við umheimin: Í skúla, kirkju, umsiting, bókmentum, sjónleiki, sangi, kærleika, vísindi, orðaskifti og fjølmiðlum.

 

Upp ímóti hesum stóð ein afturhaldssinnað rørsla, sum vildi varðveita og goyma føroyskt mál og føroyska mentan, sum undirskipað fyribrigdi, ið bert skuldi takast fram í veitslulag og við serlig høvi. Kundi allarhægst verða eitt klípi í onkrum øðrum. Og hesi mettu tað alt ov dýrt og ógjørligt yvirhøvur at royna at fáa føroyskt ment.

 

Tí hava seinastu 100-120 árini verið eitt støðugt stríð fyri at menna og nútímansgera føroyska málið og at fjølbroyta føroyska mentan við at vinna teimum sess á teimum nútímans rókum, har tey ikki áttu lív. Eitt stríð ímóti øllum forsagnum, sum fyribils er vunnið í høvdum og hjørtum á teimum flestu – men sum als ikki er liðugt, men má stríðast hvønn dag undir sera kørgum fíggjarligum umstøðum. Eldsálum og hugsjónarfólki fyri at takka, ið hava skrivað, yrkt, komponerað, týtt, gjørt orðabøkur og undirvísingartilfar, ummælt, granskað, undirvíst, skapt myndir og ljóð, ment nýggjar miðlar og samskiftishættir.

 

Neyvan finnast onnur dømi í heiminum um, at eitt mál og eitt mentanarligt fjølbroytni, hevur ment seg so nógv við so fáum fólkum og brúkarum. Væl fólkaríkari bólkar í heiminum missa dagliga sítt mál, sín samleika og síni mentanarligu samskiftisamboð, tí tað ikki eydnast at menna tey við teimum miðlum og á teimum mótum, sum nútímans samfelagið krevur. Okkum nýtist bert at hyggja at gongdini í Hetlandi.

 

Vit geva okkum neyvan far um, hvussu stór mótstøðan var ímóti tí, sum vit í dag eru best við og kanska meta sum okkara størstu virðir.

 

Útvarp Føroya avgerandi

Stríðið fyri føroyskum útvarpi og sjónvarpi hevur verið júst tað sama. Sterkar politiskar kreftir og íhaldssemi vildu ikki hoyra talan um føroyskt útvarp, men vildu, at samsent varð við Danmarks Radio – og so kundi okkurt føroyskt klípi vera innímillum.

 

Men Útvarp Føroya fór at senda í 1957 og har varð gjørt av, at alt skuldi sendast á føroyskum og so kundi senditíðin leingjast so hvørt orka og førleiki varð at senda meira og fjølbroytt.

 

Hetta hevur eftir mínum tykki verið ein tann týdningarmesta avgerðin fyri nútímans føroyska tjóðarbygging. Ivist ikki í, at vit høvdu verið stødd sum útjaðari og samleikaleysir oyggjabúgvar við lítlari menning og uttan stórvegis samband til útheimin, um framskygd fólk ikki høvdu valt at gera eitt føroyskt útvarp – og harvið eisini menna okkum innan elektroniska samskiftið sum hevur broytt allan heimin. Og føroyska útvarpið hevur frá sekstiárunum og fram verið megintáttur í at menna eisini bókmentir, tónleik, sjónleik, ítrott, politiskt orðaskifti, orðabøkur og samfelagsmál sum heild.

 

Sjónvarp enn í hálvum gekki

Tá Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1984, hevði mótstøðan eisini leingi verið stór ímóti hesum. Ævigt togarí og niðurgering. Hví ikki bara hava seinakaðar danskar TV-avísir, og hví brúka pengar uppá slíkt, sum vit kundu fáa aðrastaðni frá?

Men eisini her vóru tað eldsálir sum mentu føroyskan sjónvarpstíðindaflutning, orðaskifti og sendingar um heilt nýggjar og óviðgjørdar tættir í føroyska samfelagnum. Eisini mentanarpallurin fekk nýggja sjón, rødd og viðgerð við SvF – og barnatilfarið hevur eftir umstøðunum verið framúr.

 

Men her gjørdist føroyski parturin tíverri bert eitt klípi, har annars sendingar frá DR og TV2 fyltu sendiskránna – enntá ótekstaðar. Tískil vandu vit okkum við at fáa sent SvF hvønn dag uttan at gjalda veruliga prísin fyri føroyskt sjónvarp. Sjónvarpið hevur tí staðið bókstaviliga í hálvum gekki øll hesi árini.

 

Kostnaðurin lítil

Kostnaðurin at framleiða sjónvarp og útvarp í Føroyum er tann sami sum at gera sjónvarp til 50-100 ella 200 mió. fólk, og vit eru bert góð hálvthundraðtúsund at gjalda (enn). Og hóast nógv uttan iva skal betrast og nógv meira kann fáast burturúr orkuni í Kringvarpinum, so tori eg at halda uppá, at onga aðrastaðni verður so nógv framleitt av rímiligari og stundum góðari dygd fyri ta upphædd, ið hesir stovnarnir verða riknir fyri.

 

Umframt tíðindi og aðrar dagligar sendingar, so eru øll serligu tiltøkini og hendingarnar, sum verða framleidd og varpað okkum – og harafturat eru bandasøvnini í kringvarpinum ein tjóðaruppgáva, sum so at siga eru okkara kollektiva minni og alneyðug fyri nútímans søguskriving og framtíðar samleika.

 

Í almennings tænastu

Tíbetur hava vit eisini privatar miðlar, ið menna seg og hava roynt at gjørt seg meira óheftar av politiskum valdi. Men við kringvarpinum hava vit teir einastu miðlarnar, ið sambært lóg skulu vera óheftir og mentanarberar. Teir skulu tora at viðgera allar tættir í samfelagnum og skulu umboða fólkið og fólkaræðið mótvegis politiska og peningaliga valdinum. Og teir skulu mentanarliga viðgera alt tað, sum ikki loysir seg peningaliga.

 

Kringvarpið er stutt sagt ein sonevndur “public-service”-stovnur. Altso í tænastu hjá almenninginum. Endamálið er ikki at vinna pening ella at skapa fíggarlig yvirskot. Endamálið er hinvegin at skapa onnur virði fyri mentan og fólkaræði.

 

Í løtum og tíðarskeiðum hevur kringvarpið megnað hetta, men seinastu árini hevur sæð sera trupult út. Kringvarpið – og ikki minst sjónvarpið – noyddist alt ov leingi at dúva upp á ein “pionér-anda”, og hevur uttan inntøkugrundarlag ikki kunnað framt neyðugu broytingina til ein skipaðan bygnað, ið kann menna seg við nøktandi krøvum og málum.

 

Kringvarpsgjald um skattin og sáttmála um fjølbroytni

Tjóðveldi gjørdi longu í 2002 eitt uppskot um at leggja sjónvarps- og útvarpsgjald um til eitt gjald, sum verður tikið inn eftir skattaskipanini, heldur enn at verða álagt húsarhaldum. Á henda hátt gjalda øll, sum hava lønarinntøku, og tey, ið tjena mest nakað meira enn onnur. (Eitt serligt gjald skal so gerast fyri persónar, ið ikki gjalda skatt í Føroyum). Tað hevði merkst lítið hjá hvørjum einstøkum, og pensjónistar við bert fólkapensjón, lesandi og láglønt høvdu sloppið nærum heilt undan at goldið.

 

Samstundis hevði hetta givið Kringvarpinum eitt væl betri og trygt inntøkugrundarlag, sum hevði gjørt tað møguligt at gera ein sonevndan “public-service-sáttmála”. Ikki so at skilja, at politiski myndugleikin skal leggja seg út í programmvirksemið. Tvørturímóti. Men ein avtala millum kringvarpsstýrið og politiska myndugleikan um, at Kringvarpið í eini menningarætlan skal tryggja tað fjølbroytnið og tey mál í virkseminum, sum eru alneyðug fyri at menna fólkaræðið og eitt nútímans samfelag.

 

Millum hesi krøv eru: At kasta ljós á tað, ið ikki hóvar politiska og peningaliga valdinum. At bjóða av og viðgera tað, ið ikki loysir seg í profittmaksimering. At gera ungdóms- og barnatilfar. At koma út um alt landið og viðgera mál og mentanararbeiði, sum ikki bert ein ráðandi meiriluti kennir seg aftur í. At síggja umheimin og seta hann í sjónarhorn higani úr miðjum atlantshavi. At upplýsa, endavenda, menna orðaskifti og geva spírum ljós, ið annars køvast – og at goyma virðir, ið kunnu farast sum døgg fyri sól.

 

Annað krav er sjálvsagt, at vit fáa eitt veruligt føroyskt sjónvarp, ið bara sendir egna framleiðslu og viðgjørt tilfar. Við nýggja digitala sendinetinum, sum er á veg, fer eisini at bera til hjá Kringvarpinum at bjóða aðrar “public-service-rásir” frá okkara grannalondum fyri sama kringvarpsgjald.

 

Ongantíð størri tørvur á óheftum miðlum

Vit standa framman fyri eini stórari byltingartíð í Føroyum og í heiminum – búskaparliga, vinnuliga, sosialt og mentanarliga. Ongantíð er meira neyðugt enn í slíkum broytingartíðum at hava eitt væl virkandi kringvarp í almennari tænastu. Og her má handlast skjótt.