At tað skal vera ósolidariskt, tá landið byggir tunlar, men solidariskt tá privatir gera tað sama og skúma fløtan, skulu helst serligir høgrasnaraðir heilar til at útgreina, um vanlig fólk skulu kunnu fata logikkin.
At somuleiðis verður grátið um høga skattin og høgu vøruprísirnar er væl skiljandi, men hvat við loysnum, so tey, ið longu gjalda sítt, ikki eisini skulu gjalda fyri tey mongu, ið sleppa sær undan og sleppa undan. Í einum samfelag, har hin einstaki skal gjalda bæði fyri seg og grannan, kann byrðan gerast tung, men tá ræður um at fáa grannan at gjalda sítt og ikki at niðurlaga vælferðarsamfelagið gjøgnum skattalættar. Tí hvat hjálpir tað, um fólk fáa fleiri pengar í hondina, um tey skulu gjalda hesar pengar fyri meirútreiðslur í vælferðarsamanhangi? Er hetta ikki , sum eg eisini áður havi nevnt: ein Storm P-loysn?
Tær millum 100 og 200 mill.kr. í hoyra heima í landskassanum fyri ikki goldnan skatt og mvg kundi fjálgað á røttum stað, men svikini tykjast friðaði. Eg haldi meg vita hví?
Og himmalhøgu vøruprísirnir eru somuleiðis friðaðir, og tað er helst av somu orsøk. Møguliga tí tað hevði kostað atkvøður frá teimum ósolidarisku, um svikini einaferð med alla vórðu steðgaði, og tað kann lata seg gera, um vilji er til tess. Men tað er hann ikki.
Bert at niðurlaga vælferðarsamfelagið, fyri at tey ríku kunnu gerast ríkari, meðan tey fátæku gerast fátækari eftir amerikonskum ella tilsvarandi leisti er sjálvandi guff fyri tey høgraradikalu saman við øllum øðrum ósolidariskum í hesum landi.
Men tey eiga ikki at fáa eitt bein til jørðina, men harafturímóti at verða hildin í skák, alt meðan solidariska vælferðarsamfelagið verður fasthildið og útbygt eftir norðurlendskari fyrimynd.
Hetta krevur av okkum øllum, ið vilja nevndu kós, at vit eru vakin og virkin á vaktini, so falskir og tølandi tónar ella sniðálop ongantíð kunnu vinna á vælferðini óansæð úr hvørjum heraðshorni ágangurin fer at koma frá.