Nú fara avvarðandi hjá teimum, sum eru óhjálpin, at stovna eitt felag, sum skal røkja áhugamálini hjá teimum, sum ikki klára seg sjálvi.
Í gjárkvøldið varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skal fyrireika felagið og tey ætla at bera skjótt at, tí stovnandi aðalfundur skal verða longu týsdagin 11. juni.
Enn er ikki greitt, hvussu umfatandi felagið verður, um tað verður fyri tey, sum hava fáa heimahjálp ella um tað eisini skal umfata tey, sum búgva á ellis- og røktarheimum og bústovnum annars.
Talan kann eisini vera um eitt felag ið líkist tí danska Ældresagen, sum røkir áhugamálini hjá teimum eldru á øllum økjum, eisini í fíggarligum og sosialum spurningum.
Tað eru alt spurningar, arbeiðsbólkurin skal taka støðu til fyri stovnandi aðalfundin.
Tey stovna felagið tí at tey meta, at tað er neyðugt, at tey, sum ikki megna at tala fyri seg sjálvi, fáa eina rødd, eitt málgagn, sum kann tala teirra søk.
- Eg meti, at tørvur er á einum málgagni, sum kann ávirka politisku skipanina og teir stovnar, ið fáast við eldraøkið, sigur Rúna Sivertsen, sum er stigtakari til felagið.
Hon er sannførd um, at vánaliga støðan á eldraøkinum i dag, hevur ikki so nógv við sparingar og pengar at gera.
- Tað snýr seg nógv meiri um stýring og um, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur hon.
Men samstundis heldur hon, at bæði tey, sum hava brúk fyri Almannaverkinum, og teirra avvarðandi, standa alt ov einsamøll, tá ið trupulleikar og ivamál stinga seg upp.
Tey, sum hava brúk fyri heimahjálp, eru ofta gomul og veik og eru frá eini tíð, har mann ikki talaði at ella setti spurningar, men tekur við tí, mann fær.
- Tá eru tað mangan tey avvarðandi, sum mugu taka sær av tí partinum, har heimahjálpin ikki røkkur, sigur Rúna Sivertsen.
Tað er í hesum sambandi, at hon heldur, at tað er brúk fyri einum felag, ið kann taka trupulleikarnar upp, sum koma dag um dag, soleiðis at brúkararnir ella tey avvarðandi ikki skulu ringja á skrivstovuna hjá heimahjálpunum við hesum og hasum, sigur Rúna Sivertsen.
Myndin er av arbeiðsbólkinum, sum skal fyrireika stovnanin, tey eru frá vinstru: Kirstin Simonsen, Mary Antonsdóttir, Tóra Tórgarð, Rúna Sivertsen og møðgurnar, Betzy og Anne-Dot Ludvig.