– Vit vóru øgiliga skuffaðir av okkum sjálvum í fyrra hálvleiki, tá vit gjørdu tað so torført fyri okkum sjálvar. Men vit fingu justerað eitt sindur, so vit fingu verjuna eitt sindur longur fram, tí hon fall eitt sindur aftur í fyrra hálvleiki, segði annar hjálparvenjarin, Jens Martin Knudsen, sum leygarkvøldið fyri fjórðu ferð møtti Eysturríki.
– Tað skal eitt lítið sindur av vilja til, at halda æruni upp á pláss, sum tað bleiv allíkavæl. Og vit kundu so fegnast um, at Andreas Lava Olsen kom inn og fekk eitt mál. Taka vit seinna hálvleik, so eru vit nokk so positivir til næsta dyst.
Hann fortaldi, at í hálvleikinum hevði Brian Kerr sagt við spælararnar, at um hann kundi gjørt tað, hevði hann skift allar út.
– Einki er at ivast í, at høvdu vit havt sama innsats í seinna hálvleiki, høvdu vit blivið fullkomuliga úrlatnir. Men vit hava sæð tað fyrr, at menn klára at samla seg, og tað sóu vit aftur hesa ferð, segði Jens Martin.
– Tað er hetta, sum er spennandi við liðítrótti, at tú veitst ikki ordiliga fyrr enn aftaná, hvussu menn megna uppgávuna. Tó undraði tað okkum stórliga, at tað gekk so illa í fyrra hálvleiki, og menn skulu veruliga vísa nakað annað á Svangaskarði mikudagin, tá vit taka ímóti Litava.