Danska felagið Frem spældi um vikuskiftið javnleik 4-4 ímóti einum svenskum 3. deildarliði. Heimasíðan hjá Frem skrivar, at verjan hjá liðnum var í gávuhýri, og hvørki verjuspælararnir ella málmaðurin høvdu sínar bestu dagar. Atli Gregersen var annar av miðverjunum, sum byrjaði á vøllinum, meðan Jónas Tór Næss ikki var við frá byrjan hesaferð