Verjan var álitið

Men TB venjarin helt kortini, at í teimum báðum støðunum, tá ið NSÍ fekk mál, høvdu hansara menn ikki verið nóg avgjørdir

NSÍ-TB

Milan Milanovic hevur gott tak á TB liðnum. Hann leggur stóran dent á, at verjuspælið er nóg væl skipað, og tað hevur verið gott skil á. Eisini leygarkvøldið metti hann, at aftastu menninir høvdu verið teir stinnastu, men hann var ikki nøgdur við tær báðu støðurnar, sum bóru mál við sær:
- Júst í teimum báðum støðunum vóru vit ikki nóg avgjørdir. Jónstein Petersen fekk høvi at snitta innleggið í Aca Petrovic, soleiðis at málverjin varð snýttur. Hetta var fyrra málið, og í seinna førinum vóru vit ov passivir.
Tit høvdu góðan møguleika, tá ið tað framvegis var málleyst?
- Olivur Abrahamsen, Hallur Christiansen og Einar Petersen royndu allir í somu støðu, men tíverri fingu vit ikki bóltin í málið. Tað var okkara møguleiki. Eftir at teir høvdu fingið málini, vóru teir fleiri ferðir nær við, og eg kann einki siga til, at teir vunnu við tveimum málum, heldur Milan Milanovic.
NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, var sjálvandi stak væl nøgdur við, at tað hevði eydnast hansara at fáa øll stigini.
- Eftir at teir høvdu fingið javnleik fyrru ferðina, teir vóru her, og eftir at vit høvdu tapt tvær tær seinastu ferðirnar, var tað sera týdningarmikið hjá okkum at fáa øll stigini. Tað eydnaðist, og nú eru vit væl við aftur. Tað er hugaligt, og spælararnir eiga rós uppiborið fyri avrikið, heldur Trygvi Mortensen.