Miðlarnir hava sagt hann vera ov tungan, og teir hava ikki veið glaðir fyri hansara innsats í farnu dystum. Í gjár var hann tó ein av týdningarmestu leikarunum í danska sigrinum á Spania, og hann var ovurfegin eftir dystin. – Hetta er ein tann besta verjan eg havi sæð. Hon var ótrúliga góð, og Kasper Hvidt í málinum stóð ein branddyst. Álopið koyrir tó ikki nóg væl, og hetta mugu vit bøta um, men tíbetur vunnu vit so nógv uppá mótálop, at tað bilti ikki við álopinum.