Verjin: Abdeslam visti einki um álopini í Brússel

Fyrireikandi rættarfundur er í Brússel í dag, har lagnan hjá Salah Abdeslam, ein av monnunum handan yvirgangsálopini á París í november, ið fríggjadagin varð handtikin í Brússel, aftaná at altjóða myndugleikar høvdu jagstrað hann í fýra mánaðar, skal avgerast.


Mett hevur verið, at yvirgangsatsóknirnar fyrradagin møguliga hava verið ein avleiðing av handtøkuni av Salah Abdeslam.


IS tekur ábyrgdina og siga, at talan var um hevnd fyri handtøkuna, meðan fleiri serfrøðingar innan yvirgang meta, at handtøkan kann hava gjørt, at hansara samstarvsfelagar valdu at loypa á beinanvegin, tí tey óttaðust at verða handtikin av løgregluni.


Sambært Sven Mary, so vil Salah Abdeslam tó vera við, at hann einki visti um álopini á Brússel.


Frakland krevur, at Salah Abdeslam verður handaður yvir til franskar myndugleikar skjótast gjørligt, og upprunaliga varð mett, at høvuðsmaðurin sjálvur fór at stríðast móti hesum.


Men á veg inn til fundin í dag upplýsti Sven Mary, ið er verji hjá Salah Abdeslam, at hann sjálvur ynskir at verða handaður yvir til franskar myndugleikar.


- Salah Abdeslam hevur biðið meg boða frá, at hann ynskir at sleppa til Fraklands skjótast gjørligt, segði Sven Mary við belgiska miðilin BFM TV.


Orsøkin skal vera, at hann ynskir at geva sína frágreiðing um atsóknirnar í París.


Á fyrireikandi rættarfundinum varð avgjørt at útseta rættarmálið til 7. apríl.