Eyðfinnur Jacobsen var verji í málinum um Jógvan S. Í løtuni er sakførarin burturstaddur, men tá hann fekk boðini um úrskurðin, staðfesti hann, at talan var um nøktandi avgerð fyri Fiskimálaríðið.
- Vit hava longu ásannað, at reiðaríðið hevur havt eitt tap á 2,6 mió kr., orsakað av ólógligu avgerðini um fiskiloyvið. Hinvegin hava vit ikki hildið, at saksøkjari hevur sandsynliggjørt ein framtíðar inntøkumiss. Tann møguleikan meta vit frásøgdu teir sær við at selja skipið, sigur Eyðfinnur Jacobsen í stuttari viðmerking.