Verjuálitið verður verandi í Vágum

Daniel Obbekjær verður eisini í 07 Vestur í 2023

Síð­­­­­ani hann í summar varð partur av liðnum í Vágum hevur 20 ára gamli Daniel Obbekjær verið sra drúgvur í miðverjuni hjá 07 Vestur, og hansara partur lá ikki eftir, tá ið tað eydnaðist 07 Vestur at sleppa undan at flyta niður, vinna 29 stig og enda á sjeynda plássi.

 

Nú er tað greitt, at hann eisini í 2023 verður í miðverjuni hjá Michael Schjønberg og 07 Vestur. Felagið skrivar soleiðis í kvøld:

 

Daniel Obbekjær kom til 07 Vestur miðskeiðis í kappingarárinum í ár. Sterki miðverjin hevur síðani staðið stinnur. Hann hevur spælt hvønn dyst og hevur verið ein sannur styrkur fyri okkum.

 


Hann hevur eisini víst seg at hava evnini at leiða okkara verjuspæl og at rudda burtur, tá ið á stendur.

 

 

 

Daniel Obbekjær var heilt yviri í Kanada og vendi, áðrenn hann kom til 07 Vestur. Hann hevur evnini sum fáur og hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá Danmark, frá U16 til U19.

 

 

 

Vit gleða okkum at síggja Daniel í 07 Vestur troyggjuni eitt ár afturat, siga teir í 07 Vestur.

 

Fyri fáum døgum síðani boðaði 07 Vestur frá, at vongverjin í høgru, 20 ára gamli Mathias Voss, sum eisini er dani, eisini í 2023 fer at spæla við 07 Vestur, og at 27 ára gamli framrættaði Jasper Van Der Heyden úr Belgia eisini fer at spæla við 07 Vestur í 2023.